Landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum eigur í nógv størri mun enn higartil at arbeiða fyri alternativum loysnum fyri heimaflotan, samstundis sum botnfiskastovnarnir undir Føroyum fáa møguleika at menna seg aftur.
Tað sigur framsøgumaðurin hjá Javnaðarflokkinum í fiskivinnumálum, Aksel V. Johannesen, nú løgtingið er farið undir at viðgera fiskidagarnar fyri næsta fiskiár.
- Hugsi alternativt. Arbeið aktivt fyri at geva flotanum onnur alternativ, tað veri seg á Flemish Kap, undir Íslandi og í Barentshavinum, ljóðar áheitanin frá Akseli V. Johannesen.
Framsøgumaðurin hjá Javnaðarflokkinum fegnast um, at landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum lovaði heimaflotanum yvir á Flemish Kap.
Men samstundis eigur landsstýrismaðurin at taka fiskidagarnar undir Føroyum innaftur.
- Tað eigur at bera til at taka inn fiskidagar, so hvørt sum skipini fáa møguleikar at royna aðrastaðni. Um ikki annað, so eigur at bera til at parkera fiskidagarnar eitt tíðarskeið, sigur Aksel V. Johannesen.
Løgtingið viðger í løtuni ásetingarnar av fiskidøgum fyri næsta fiskiár.
Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, mælir til sama dagatal næsta fiskiár, sum byrjar 1. september.