Aksel og Høgni krevja greitt svar

Aksel V. Johannesen og Høgni Hoydal krevja nú greitt svar um, hvat landsstýrið ger viðvíkjandi Skálafjarðartunlinum

Formenninir í Javnaðarflokkinum og Tjóðveldi hava nú í felag sett ein §52a-fyrispurning til Kára P. Højgaard, landsstýrismann í innlendismálum, um hvat hendir viðvíkjandi Skálafjarðartunlinum.

Teir undrast á, at Løgtingið als ikki er kunnað ella eftirspurt, og at alt fer fram í duldum, nú tað ljóðar, at Landsstýrið er í ferð við at gera avtalu við eitt útlendskt íløgufelag um at fíggja, byggja og reka Skálafjarðartunnilin.

- Hetta er størsta verkætlan í Føroya søgu, og at hvørki almenningur ella Løgtingið vita nakað sum helst, er óhoyrt. Tað minsta má vera, at kunnað verður um, hvat felag talan er um, og hvørjar treytirnar eru ætlaðar at verða, siga teir.

Teir vísa til útrokningarnar hjá Landsverki sum vísa, at tað fer at kosta tí føroyska brúkaranum 800 mió. kr. í eykakostnaði um eitt privat felag skal fremja ætlanina, í mun til um eitt alment felag ger tað.

Tí vilja Aksel V. Johannesen og Høgni Hoydal hava greitt svar frá landsstýrismanninum um, hvat felag hann samráðist við, hvørjar treytirnar og kostnaðurin eru fyri tað føroyska samfelagið, og um landstýrismaðurin heldur tað vera rímiligt at leggja ein slíkan eykakostnað á føroyska borgarar, sum eitt útlendskt spekulantfelag fær vinningin av og fer av landinum við.

Eisini vilja teir hava váttan fyri, at landsstýrið ikki ætlar at gera bindandi avtalur um slíka milliardaupphædd fyri føroyska samfelagið, uttan at Løgtingið hevur havt høvi at viðgera málið og gevur heimild til tess.