Aksel tikið alment við

Eitt sindur eftir klokkan 15 í dag, fekk Aksel V. Johannesen formliga arbeiðsboð í Landsstýrinum

Familja, miðlar og onnur vóru klokkan 15 í dag møtt til móttøku í Tinganesi, har Aksel V. Johannesen fekk setanarskriv frá Kaj Leo Johannesen, løgmanni.

- Tú sleppur til arbeiðis mánadagin klokkan 10 sharp, staðfesti løgmaður, eftir at hava ynskt nýggja landsstýrismanninum til lukku.

Aksel V. Johannesen, landsstýrismaður við Heilsumálum takkaði fyrst Javnaðarflokkinum og síðani Løgmanni fyri álitið, og legði dent á, at tá hann fer til verka verður tað við eyðmýgd.

- Mann verður ikki klókari, bara mann er komin í ein tílíkan sess, og mann má minnast til at taka við góðum ráðum frá vælmeinandi fólki, staðfesti hann.

Mánadagin byrjar Aksel Johannesen við Landsstýrisfundi, har millum annað fiskidagarnir verða umrøddir.