Í løtuni koyra einir 10.000 bilar bilar runt í Føroyum, uttan at vera sýnaðir eftir reglunum.
Tað váttar Jákup Jacobsen, stjóri á Akstovuni.
Fyri einum ári síðani var ramaskríggj, tá ið tað kom fram, at Akstovan hevði eitt ovurstórt eftirsleip, tí tey kláraðu ikki at sýna bilarnar eftir reglunum.
Tá vóru einir 11.000 bilar sum ikki vóru boðsendir til regluligt sýn, hóast teir áttu at havt verið sýnaðir.
Úrslitið av tí var, at Akstovan fekk játtan til ein sýnsmann afturat, so at teir nú eru fýra og ein hálvur sýnsmaður.
Men hóast eitt heilt ár er farið, hevur hetta ikki gjørt nevniverdan mun.
- Vit hava framvegis einir 10.000 bilar, sum áttu at verið boðsendir til regluligt sýn, men sum vit ikki hava havt umstøður at sýna, sigur Jákup Jacobsen.
Hann sigur, at tað tekur sýna tíð at arbeiða so stórt eftirsleip undan.
- At sýna 10.000 bilar er eitt ársverk hjá fimm sýnsfólkum, so tað er eyðsæð, at eftirsleipið verður ikki burtur enn á sinni, sigur hann.
Men hann leggur afturat, at drúgvar sjúkrameldingar í summar, hava eisini gjørt sítt til, at eftirsleipið framvegis er so stórt.
Hann hevur vónir um, at tað fer at minkað so líðandi nú, men tað tekur ógvuliga drúgva tíð at arbeiða so nógv undan.
Persónbilar og vøruvognar eiga at verða kallaðir til sín fyrstu ferð, tá ið teir eru fýra ára gamlir og síðani skulu teir kallast til sýn annaðhvørt ár.
Vinnuligir bilar, ella bussar, lastbilar og treylarar eiga at verða boðsendir til sín ársgamlir og síðani einaferð um árið.
Jákup Jacobsen sigur, at Akstovan leggur stóran dent á at sýna vinnuligar bilar og har er eftirsleipið ikki so stórt.
Men hann sigur, at fýra og ein hálvur sýnsmaður eru ikki nógv.
- Tá ið eg kom á Akstovuna í 1997, vóru 15.000 akfør í Føroyum og tá vóru fýra sýnsmenn.
- Í dag eru 30.000 akfør í Føroyum og vit eru framvegis bara fýra og ein hálvur sýnsmaður, sigur stjórin á Akstovuni.
- So tað skal ikki nógv høvuðrokning til at finna útav, at fer ikki at bera til at halda tørn, leggur hann afturat.
Hinvegin vísir hann eisini á, at tað altíð er ábyrgdin hjá tí, sum eigur bilin, at tryggja, at hann er í forsvarligum standi.
- Men at vit so harafturat hava eitt alment eftirlit, er ein eykatrygd, sum avgjørt er góð, sigur Jákup Jacobsen.