Akuroyri og Havnin í somu støðu

Høvuðsstaðurin á Norðlandinum í Íslandi stríðist eitt áhaldandi stríð, so hann ikki dettur niðurímillum.

Akuroyri er á stødd við Havnina og størsti býur uttanfyri tættbýlini á Reykjavíkarleiðini. Hann ásannar, at skal hann standa seg og mennast, má hann leggja doyin á, at fólk í býnum hava arbeiði at fara til, góðar møguleikar at útbúgva seg og innihald í frítíðini.

Mentamálanevndin hjá Tórshavnar býráð hevur júst verið á vitjan á Akuroyri og kunnað seg við umstøðurnar har. Eitt nú, hvat býr undir, at fólkatalið í býnum er javnt vaksandi.

Vinnumenning og lærdur háskúli
Akuroyri hevur ikki verið so meint raktur av djúpu kreppuni í Íslandi seinastu árini. Men býurin var í miklari kreppu árini frá 1985 til 1995. Arbeiðsplássini í tí gamla ídnaðinum í býnum hvurvu eitt fyri og annað eftir, og tí vóru akuroyringar ikki rættiliga uppi í dansinum, sum fekk so álvarsamar avleiðingar fyri Ísland.

Teir vóru longu av álvara farnir undir at menna møguleikarnar í býnum og hildu fram við tí. Tað hevur havt við sær, at fólk hevur støðast á Akuroyri, og onnur eru komin aftrat, sum ikki hava kunnað fingið arbeiði aðrastaðni.

Akuroyri starvast alsamt fyri at fáa meiri vinnulív og fleiri vinnurvirki. Seinasta sólkskinsøgan í so máta er, at eitt felag við italiumonnum og týskarum hevur stovnað virki at framleiða útbúnað til telduídnaðin. Har er í løtuni arbeiði til meir enn 100 fólk.

Virkið fekst í lag, eftir at Akuroyri hevði boðið seg fram í útlondum at hýsa virkjum. Eftir átta ára framboð og samráðingar fekst ætlanin í lag. Átakið hevur hepnast so væl, at nú er ætlanir um at víðka virksemi og framleiðslu.

Býurin hevur eisini fingið sín egna lærda háskúla, sum er partur av Háskóla Íslands, ið hevur høvuðssæti í Reykjavík. Eini 1200 lesa við háskólan á Akuroyri og eini 800, sum búgva aðrastaðni, eru fjarlesandi.

Trý stór háhús eru bygd til at hýsa teimum mongu lesandi undir góðum umstøðum í smærri og størri íbúðum.

Mentan og ferðavinna
Fólkatalið kvinkar alsamt uppeftir, og samstundis verður áhaldandi syrgt fyri at menna tilboðini til fólkið á mentannar- og frítíðarøkinum. Bara tey seinastu fáu árini eru nýtíðar umstøður skaptar til alskyns ítróttir og rørslu, uttandura sum innandura, og stór tøk eru tikin til frama fyri einum livandi mentanarlívi.

Størsta takið í so máta er mentunarsetrið HOF, sum varð latið upp í miðbýnum fyri einum ári síðani. Hovið hýsir muskikkskúla, sum hevur áleið sama næmingartalið sum okkara, eini stórari og eini minni framførsluhøll til klassisiskan sum rytmiskan tónleik, sjónleikaframførslur, ráðstevnur v.m.

Ríkið hevur borgað mentanarliga partin av hovinum og kommunan musikskúlan. Raksturin er lagdur í ein sjálvsognarstovn. Í húsinum eru eisini ferðamanna- og kunningarstova eins og skrivstovur hjá kommunalu menningardeildini, sum tekur sær av mentanarlívi, marknaðarføring, ferðavinnu og aðrari vinnumenning.

Ferðavinnan á Akuroyri gongur væl. Har kemur nógv fólk vetur, vár og summar. Lakast er um heystið. Um veturin koma bæði íslendingar og útlendingar í stórum tali til Akuroyrar at standa á skíð undir Hlíðarfjalli. Hagar eru eisini føroyingar farnir at leita.

Flogsamband og ferðamannaskip
Akuroyri leggur seg eftir at fáa beinleiðis flogsamband við umheimin. Nógvar flogferðir eru millum Reykjavík og Akuroyri dagliga. Eitt flogfelag flýgur um summarið beinleiðis av Akuroyri niður á meginlandið.

Eitt annað fer at leggja sína farleið úr Keflavík um Akuroyri, men akuroyringar vilja helst hava beinleiðis samband heldur enn umvegis samband. Teir fegnast um, at Atlantic Airways hevur gjørt nakrar túrar hagar seinastu árini við skíðarum úr Føroyum, og teir vilja fegin hava fleiri í komandi tíð.

Stóru ferðamannaskipini eru nógv á Akuroyri, Eini seksti í tali. Tey liggja ein stóran part av einum samdøgri, og haðani gera ferðafólkini ferðir í býnum og á Norðurlandinum annars, sum hevur nógv serstakt at bjóða.

Nógv frítíðartilboð
Frítíðartilboðini eru nógv. Tey eru skíðibreyt, fótbóltshøll, ein rúgva av fótbólstvøllum, bæði gras og graslíki, hondbóltshallir, fimleikahallir, svimjihyljar og baðiland, rennibreyt , golfvøllur við 18 holum, ríðihøll og hvørt av sínum.

Á leiðini niðan á skíðibreytina eru umstøður skipaðar fyri annað uttanduravirksemi sum motorcross, gocart, bilbreytir, skjótibreyt o.a. Akuroyri hevur tikið eina og tvær nýggjar verkætlanir í brúk árliga seinastu árini.

Talið á fólkaskúlum er á leið tað sam sum í Havn, og tveir studentaskúlar eru. Barnaansingin er knýtt saman við skúlunum. Tá ídnaðarvirkini í miðbýnum góvu skarvin yvir, gjørdi Akuroyri av at broyta hetta umráði til eitt mentunarumráði, sum verður nevnt Listagilið.

Tey gomlu virkishúsini og verksmiðjurnar hýsa nú ymsum lista- og mentanarvirksemi bæði til framsýningar og beinleiðis luttøku fyri ung sum eldri. Broytingin verður hildin at hava hepnast væl.

Liggja á takinum
Alt hetta verður gjørt til tess at tryggja, at fólk vil búgva og liva á Akuroyri, og at býurin styrkir sína støðu sum miðstøða á Norðurlandinum, ið kann bjóða seg fram sum ein kappingarførur møguleiki hjá íslendingum. Tað sær út til at hepnast væl.

Staðfestast kann, at Akuroyri og Tórshavn eru av somu stødd og í nakað somu støðu á so mangan hátt. Skal fólkið støðast og fjølgast er neyðugt alsamt at menna møguleikarnar í vinnulívi, útbúgving, mentunarlívi og frítíðarlívi.

Í so máta liggja vit kanska ikki eins væl á takinum og tey á Norðlandinum í Íslandi enn, men vit eru væl á veg.

---