Tá amerikanski verjumálaráðharrin, Donald Rumsfeld, í síðstu viku var í Japan, fekk hann ábendingar um, at Japan er sinnað at senda hermenn til Irak at hjálpa hersetingarvaldinum har.
Nakra beinleiðis tilsøgn fekk hann kortini ikki, og tað hevur uttan iva sína orsøk.Í einum teldubrævi til saudiarabiska blaðið Al-Majallah skrivar Abu Mohammed al-Ablaj, sum verður hildin at vera ein av oddamonnunum í al-Qaeda, at verða japanskir hermenn sendir til Irak, verður Tokyo eitt álopsmál hjá al-Qaeda.
-Japanar fara at kenna sviðan av álopi okkara. Tað, sum vit gjørdu við italiumenninar í Nasiriyah, kann nevnast sum eitt dømi. Vit fara at søkja at sjálvum hjartanum í Tokyo, skrivar al-Ablaj í teldubrævinum sambært AP.
Í 1995 varð Tokyo raktur av yvirgangi, tá dómadagssektin Aum Shinrikyo sprændi nervagass í undirgrundarbreytina í býnum. Tólv fólk doyðu, og fleiri túsund fingu skaða.
Japanski verjumálaráðharrin, Shigeru Ishiba, sigur við AP, at Japan fer at taka lut í arbeiðinum at endurbyggja Irak, men nær landið fer at senda hermenn hagar, er ikki greitt, sigur hann.