Alaska: - Vit vilja ikki hava ein krígsbrotsmann her!

Einaferð var Alaska russiskt, men her fer russiski forsetin, Vladimir Putin, neyvan at kenna seg vælkomnan í kvøld

 

 

 

Forsetarnir, Donald Trump og Vladimir Putin, fara í kvøld á toppfund í Anchorage í Alaska um frið í Ukraina.

 

Tað er ikki fallið í góða jørð í Alaska, sum einaferð var russiskt, at heimsins mætastu leiðarar í kvøld fara at tosa um krígsherjaða Ukraina - uttan at forseti landsins er við.

 

At Volodymyr Zelenskyj ikki er bjóðaður við, hevur ført til stór mótmæli í býnum í dag, veit Verdens Gang at siga seinnapartin.

 

- Vit ynskja ikki fasistum vælkomnum, sigur 38 ára gamla, Margi Dashevsky, sum hevur ukrainskar røtur.

 

Verdens Gang veit at siga, at longu í dag eru fleiri hundrað fólk møtt - við plakatum og ukrainskum fløggum - fram við høvuðsvegnum og fleiri av bilunum, sum koyra eftir vegnum, floyta og vísa Ukraina sín stuðul.

 

- Ein friðaravtala uttan Ukraina verður ein vanlukka. Donald Trump fer at geva burturav landinum til russiska forsetan. Øll vilja hava frið, men ikki við treytunum hjá russiska forsetanum, siga fólk, sum Verdens Gang hittir í Anchorage.

 

39 ára gamla, Ellen Smiley, sigur, at tað er eingin orsøk hjá Donald Trump at hitta russiska forsetan, Vladimir Putin - uttan ukrainska forsetan, Volodymyr Zelenskyj. 

 

- Vit vilja ikki hava ein krígsbrotsmann her, sigur hon og sipar til russiska forsetan.

 

##med2##

 

Hon leggur aftrat, at tað er ikki Donald Trump, sum skal enda kríggið, tí amerikanski forsetin vil lata ukrainskt landaøki til Vladimir Putin.

 

- Men, um hetta endar við, at Volodymyr Zelenskyj og Vladimir Putin hittast, er søgan ein onnur, sigur Ellen Smiley.

 

Verdens Gang, sum eisini eigur viðheftu myndir, veit at siga, at Alaska er nærmasti granni hjá Russlandi, og har leiðin um Beringssundið er stytst, er fjarstøðan bert 4,8 kilometrar.

 

- Faktiskt var Alaska ein russisk koloni. Men, tá russar endaðu í einum kríggi á Krim-hálvoynni, gjørdist skuldin so stór, at teir noyddust at selja Alaska til USA í 1867, verður lagt aftrat.