Albania liggur væl fyri at vinna seg til EM-endaspælið úr okkara undankappingarbólki, bólki E.
Albania vann í kvøld á heimavølli ein knúsandi 3-0 sigur á Kekkia, ið tekur móti Føroyum á heimavølli sunnudagin klokkan 17. 3-0 sigurin hjá Albania á Kekkia og 2-0 sigurin hjá Pólandi á Føroyum á Tórsvølli gevur hesa støðuna:
1. Albania 6 dystir 13 stig
2. Póland 6 dystir 9 stig
3. Kekkia 5 dystir 8 stig
4. Moldova 5 dystir 8 stig
5. Føroyar 6 dystir 1 stig
Albania spælir móti Moldova á útivølli 17. november og móti Føroyum á heimavølli 20. november, so teir standa við einum gyltum møguleika at vinna seg til EM-endaspælið.
Albania hevur eisini tann fyrimunin, at Póland og Kekkia møtast í Varsjava 17. november.
Í dystinum í Tirana í kvøld legði Jasir Asani Albania á odda tá bert níggju minuttir vóru farnir av dystinum. Stutt undan steðginum fekk Mojmir Chytil seinna gula kortið, og so mátti Kekkia spæla allan seinna hálvleik við 10 monnum. Tað fekk avleiðingar, tí við tveimum málum hjá Taulant Sefiri vann Albania ein knúsandi 3-0 sigur.