Eitt lið av granskarum úr Georgia Tech í USA, hevur verið í Grønlandi og kannað økið, har flóðaldan rakti herfyri.
Tað verður mett, at tá skriðulopið hendi, fór aldan upp í 90 metrar og lækkaði síðani niður í 50 metrar hædd tá hon fór tvørturum Karrat fjørðin, ið er staðið har fjallið var, ið leyp henda dagin.
Tað skrivar Sermitsiaq í dag.
Aldurnar fluttu seg eisini skjótt. Tað tók fimm minuttir at ferðast teir 30 kilometrarar, sum bygdin Nuugaatsiaq liggur og har fýra fólk lótu lív í flóðalduni.
Tað er ein ferð á eini 100 metrar um sekundið.
Fólkini í bygdunum í økinum blivu flutt, men fleir rýmdu eisini av sær sjálvum, tí áðrenn aldan rakti bygt økið var ein jarðskjálvti og eitt hvølt ljóð, ið fekk fólk at flýggja.