Galaxy, skipið, sum røkir Suðuroyarsiglingina, hevur í kvøld vent suður aftur vegna veður.
Marin Gaardlykke, ferðslusamskipari, sigur, at tað var ein ringur túrur suður, nú vindurin hevur øtla nakað og aldan er høg.
- Galaxy var nakað seinkað suður, og kom ikki á Krambatanga fyrr enn klokkan 16. Tí var fráferðin av Krambatanga næstan ein tíma seinkað eisini. Tá so skipið kom úr fjørðinum gjørdist skiparunum skjótt greitt, at túrurin fór at vera ov drúgvur norður aftur, og avgerð varð tí tikin um at venda suður aftur, sigur hon.
Les eisini Galaxy vent við vegna veður
Marin Gaardlykke sigur, at túrurin av Havnini í kvøld tí sjálvandi fellur burtur. Samstundis verður eyga hildið við veðurforsøgnini fyri at meta um, hvussu veðrið verður í morgin.
- Tað vóru ikki nógv ferðafólk við skipinum, men tað er sjálvandi sera óheppið hjá teimum, sum skulu av landinum. Vit royna at finna aðrar loysnir fyri tey. Annars verður farmurin settur á køl, so hann ikki verður oyðilagdur í nátt, sigur hon.
Marin Gaardlykke sigur, at Smyril neyvan hevði avlýst í slíkum veðri sum í dag, men Galaxy klárar seg ikki líka væl í sjónum, sum Smyril. Tað eru útlendskir skiparar, sum sigla við Galaxy, men føroyskur skipari er eisini umborð sum vegleiðari.