Tað er lív aftur í aldursforsetanum

Men hóast tað eydnaðist at vinna eitt stig í Hólmanum á Eiði í kvøld, so hava tvøramenn orsøk at iðra seg um, at teir ikki vunnu fulla úrtøku

Fagnaðurin var stórur í TB leguni, tá ið tvøramenn tíðliga í seinna hálvleiki øktu um leisluna til 2-0

Tá ið Dagfinn Forná bríkslaði fyri síðstu ferð í góðveðrinum í Hólmanum á Eiði í kvøld, vísti máltalvan 2-2. Undan fráferðini um Suðuroyarfjørð høvdu teir í TB ikki verið misnøgdir, um teir fingu at vita, at teir fóru at hava eitt stig við sær suður aftur.

 

Men nú teir fyrireika seg at fara suðuraftur, hava teir orsøk til at iðra seg. TB var frammanfyri 1-0 eftir fyrra hálvleik við máli, sum toppskjútti Samudeen Musah skoraði longu í øðrum minutti. Vongverjin í høgru Torkil Holm, sum var leikbannaður sunnudagin, átti innleggið.

 

Og tá ið Mohamed Samba sjey minuttir eftir steðgin økti um TB leiðsluna til 2-0, vóru gestirnir av álvara á sigurskós. Samudeen Musah vann bóltin frammarlaga í vinstru. Hann dró ímóti málinum, men heldur enn at royna seg við skoti, so legði hann sera ósjálvsøkið bóltin fyri føturnar á Mohamed Samba, sum takkaði fyri og so var 2-0 til TB.

 

Tað vóru støður í báðum endum, og hugburðurin hjá heimaliðnum var væl betur eftir steðgin. Tá ið tíðin var farin at ganga undan, eydnaðist tað at minka um munin. Tað bar nýggja orku við sær, og tveir minuttir seinni varð 2-2.

 

Undan hesum kappingarárinum flutti Meinhard Geyti úr NSÍ og til EB/Streym. Hann hevur nú vunnið plássið sum vongverji í høgru, og í dag var hann fyri aðru ferð í ár málskjútti, og tað var vorðið sum mál. Úr eitt sindur spískum í høgru og av brotsteigarmarkinum smekkaði hann bóltin dygst inn við nærra stólpa og upp í nettakið. Framleggingina átti innskifti Sverri Mariusarson.

 

Og tveir minuttir seinni var tað Búi Egilsson, sum eitt sindur til vinstru varð einsamallur, tá ið hann setti bóltin framvið málverjanum. Framleggingina átti Tóki H. Johannesen, sum nú er sentralur miðvallari.

 

Báðir partar løgdu nógv fyri í roynd at skora sigursmálið, og tí var tað heilt spennandi, inntil dómarin bríkslaði fyri síðstu ferð.

 

Úrslitið í dag ber við sær, at TB er næstaftast við 11 stigum, og at FC Suðuroy er á áttanda plássi við 12 stigum. Í morgin fer FC Suðuroy at spæla á Svangaskarði ímóti B68, sum hevur 18 stig. Aftast er 07 Vestur við 7 stigum. 07 Vestur fer í morgin í Gundadal at hitta HB.

 

##med2##

 

EB/Streymur – TB 2-2 (0-1)

 

0-1: Samudeen Musah 2.

 

0-2: Mohamed Samba 52.

 

1-2: Meinhard Geyti 75.

 

2-2: Búi Egilsson 77.

 

Dómari: Dagfinn Forná

 

EB/Streymur: Jóannes Davidsen – Meinhard Geyti, Mikkjal Hellisá, Andras Ó. Olsen, Virgar Jónsson – Thomas Bjørn Miezen, Mórits Heini Mortensen, Tóki H. Johannesen, Kristian Svabo Eliasen – Jógvan E. Ósá, Búi Egilsson

 

TB: Anders Tønnesen – Torkil Holm, Amidou Diop, Musah Armah, Tummas Pauli Christiansson – Mohamed Samba, Nikolei Johannesen, Joel Sundström, Eyðtór Eyðsteinsson Joensen – Mattias D. Djurhuus, Samudeen Musah

 

Fagnaðurin var stórur í TB leguni, tá ið tvøramenn tíðliga í seinna hálvleiki øktu um leisluna til 2-0