Bólkurin er komin til árs nú. Eingin aldur vildi onkur hildið, men fyri tónleikabólkar av hesum slagi, er tað undrunarvert, at tey hava hildið skútuna gangandi so leingi.
Tey fara at gera nógv burturúr konsertini leygarkvøldið. Har verður ein sera fjølbroytt skrá og fara tey at lata tann klassiska tónleikin í nýggjan ham við teknisku útgerðini, ið er til taks í Norðurlandahúsinum. Eisini hava tey fólk afturat sær, so hesuferð er Aldubáran ein sokallað Sinfonietta, ella eitt lítið symfoniorkestur.
Flestu stovnararnir eru við á hesi konsertini og harafturat hava tey fingið góð fólk afturat sær m.a. unga trompetleikaran Jóhan Hentze, ið gongur á Royal Schottish Academy of Music í Glasgow. Spennandi verður at hoyra henda úrmælingin. Eisini fer íslendski slagverksleikarin Frank Aarnink at leggja nýggjan botn undir.
Harumframt hetta fer yngsti limur í Aldubáruni, Andras Olsen, at framføra eitt sera krevjandi verk eftir russiska tónaskaldið Schnittke fyri trombon og sjey ljóðføri.
Stóra verkið hjá Kristiani Blak "Shaman" verður at hoyra. Her fara Aldubárulimirnir, umframt manandi sang og brumm, at framføra á didgeridoo, japonskum bambusfloytum, látupípum og øðrum.
Ein annarleiðis konsert, ið Bernharður Wilkinson stjórnar. Tey luttakandi eru: Anna Klett, klarinet, Andrea Heindriksdóttir, floyta, Páll Sólstein, horn, Jógvan Zachariassen, fagot, Henrik Skotte, obo, Jóhan Hentze, trompet, Andras Olsen, trombon, Øssur Bæk og Sámal Petersen, violin, Mina Fred, bratsj, Frederik Waage, sello, Thomas Holmsgaard, kontrabass, Frank Aarnink, slagverk, Ólavur Jakobsen, guitar og Jóhannes Andreasen, klaver
Kórið TARIRA undir leiðslu av Sunleif Rasmussen luttekur eisini á hesi konsertini við einari stuttari og spennandi skrá, sum m.a. inniheldur tvær frumframførslur. Tann eina er verkið "Glitra" eftir Unn Paturson, sum nokk er betur kend sum sangari enn tónaskald, men til hesa konsertina hevur hon skrivað eitt sera vakurt lag fyri kvinnurøddir til yrking eftir pápanum, Róa Paturson. Tann seinna frumframførslan er verkið "Vatnið og Ljósið" eftir Kára Bæk. Her skulu átta ymiskar ræddir spíla seg út í einum heiltónaskala. Orðini eigur Karsten Hoydal. Skráin hjá kórinum byrjar við einum verkið fyri tvær sopran solorøddir og kór eftir skotska tónaskaldið James MacMillan. Hann er nógv umbiðið tónaskald og er ofta at síggja á konsertskráum bæði til BBC Promenade konsertir og aðrar altjóða festivalir. Eisini syngur TARIRA verk eftir Paula Hansen og Sunleif Rasmussen og endaspurturin er krevjandi verkið "En ny himmel och en ny jord" eftir svian Sven-David Sandstrøm.
Ein tíma fyri konsertina, kl. 18.30 verður høvið at hoyra tónaskøldini umrøða tónleik teirra. Sunleif Rasmussen og Kristian Blak fara at siga nøkur orð og eisini verður høvið at seta spurningar.
Konsertin byrjar kl. 19.30 og er liður í Summartónafagnaðinum, og atgongumerki fáast í Norðurlandahúsinum.