Rundferðin hjá Aldubáruni byrjar í veruleikanum við eini lítlari venjingarlegu í Danmark í vikuskiftinum, áðrenn leiðin fyrst í komandi viku gongur til Noregs, har bólkurin týskvøldið skal hava eina konsert í Lyseblu í Oslo.
Ein samansjóðing av tveimum konsertum
Tveir dagar eftir konsertina í Oslo, fer bólkurin aftur á pall, og hesaferð verður tað í Karavanen í Århus. Tann seinasta av teimum trimum konsertunum, ið bólkurin fer at hava á konsertferðini hjá sær, verður á Norðuratlantsbryggjuni í Keypmannahavn fríggjakvøldið 28. oktober. Felags fyri allar tríggjar konsertirnar er, at tær byrja klokkan 20.
Tónleikurin, ið Aldubáran fer at framføra á konsertferðini, verður ein samansjóðing av tveimum ymiskum konsertum, sum bólkurin hevði í ávíkavist ár 2000 og fyrr í ár.
Í fyrru hálvu av konsertunum á rundferðini í komandi viku fer Aldubáran at spæla ta konsert, sum varð framførd í april mánað í ár. Tónleikin til ta konsertina hevur Páll Sólstein, ið hevur sítt dagliga yrki á Kongaliga Kapellinum í Danmark, skrivað.
Í seinnu hálvu av konsertini spælir Aldubáran tónleik frá konsertini, ið bólkurin hevði saman við Hanus G. Johansen í Norðurlandahúsinum fyri fimm árum síðani. Eisini verða tríggjar nýggjar útsetingar av løgum hjá Hanusi framførd á konsertini. Talan er um útsetingar til løg, ið Hanus hevur gjørt til yrkingar hjá Jacob Sande.
Aldubáran hevur fingið Andras Sólstein at greiða áhoyrarunum frá um teir yrkjarar og yrkingar, ið verða spældar á konsertini.
Á hesari rundferðini er ikki ætlanin at koma til Føroya at spæla, men Aldubáran sigur seg hava ætlanir um at koma hendanvegin í februar mánað komandi ár.