Frá 22. juni til 8. juli fer Aldubáran at framføra ikki minni enn seks konsertir. Konsertirnar vera um alt landið:. Í Gøtu kirkju, kirkjuni í Nólsoy, á Listasavninum á Sandi, Listaskálanum í Havn, í smiðuni á Trøllanesi og í Steinprenti í Havn.
Á skránni er nýggjur føroyskur tónleikur av millum øðrum klaverleikaranum Magnusi Johannessen, sum er serliga kendur sum jazz tónleikari. Eisini verður ein nýggj stutt opera, sum sjálvur Kristian Blak, fyriskipari av Summartónum, hevur skrivað.
Eisini verða verk av altjóða tónasmiðinum Sunleifi Rasmussen, Atla K. Petersen, sum er kendur fyri verk og útsetingar fyri Føroya Symfoniorkestur, Kára Bæk og Páll Sólstein. Serliga spennandi verður at hoyra føroysku sangarinduna Drífu Hansen við bólkinum á konsertunum á Trøllanesi og Steinprent í Havn.
Meira kann lesast um skránna hjá Aldubáruni á nýggju heimasíðuni hjá tónleikabólkinum. www.aldubaran.com