Aldubáran 20 ár

27. juni hátíðarheldur Aldubáran 20 ára virksemi sítt við trimum konsertum í Norðurlandahúsinum.


27. juni hátíðarheldur Aldubáran 20 ára virksemi sítt við trimum konsertum í Norðurlandahúsinum. Konsertirnar vísa partar av breiða virksemi bólksins hesi árini.


Atgongumerkið til Poetikus kostar 50 kr. Atgongumerki til Aldubáruna og Ernst Sondum og Aldubáruna og Hanus kosta 100 kr fyri hvørja konsert. Børn ókeypis, tó bert tvey børn fyri hvønn gjaldandi.
Eisini ber til at ogna sær eitt dagatgongumerki á 250 kr. Hetta gevur tær atgongd til allar tríggjar konsertirnar og móttøkuna, sum verður kl. 17.30, har matur og drykkjuvørur vera at fáa.
Kl. 12.00 Poetikus

 

Barnakonsertin Poetikus er ein myndasøga eftir Edward Fuglø. Páll Sólstein og Andras Olsen hava skrivað tónleikin. Jensina Olsen fortelur, og limir úr Aldubáruni spæla tónleikin.
Konsertin er umleið 40 min.

 


Kl. 16.00 Konsert við Ernst Sondum Dalsgarð

 

Í 1995 spældu sjey føroyingar saman til tónleikafestivalin Summartónar, fyri fyrstu ferð. Stutt eftir hetta bleiv Aldubáran stovnað. Ein av teimum, sum tó ikki er fastur limur av Aldubáruni í dag, er Ernst Sondum Dalsgarð. Hann fer saman við Aldubáruni at framføra hesi verk:

 

Ódn og Ein skortlitt kúgv eftir Jógvan Waagstein. Ernst fer at syngja báðar sangirnar í tveimum útgávum á konsertini. Fyrra útgávan verður tann upprunaliga, sum Páll Sólstein hevur ljómsett fyri Aldubáruna. Onnur verður ein spildurnýggj útgáva, sum Tróndur Bogason hevur skrivað, og hendan útseting hevur eina meira nútímans ljóðmynd.

 

Fanfara Lontana eftir Sunleif Rasmussen. Fanfara Lontan varð skrivað til eina konsertferð, sum Aldubáran gjørdi til Sveits í 2008.

 

Shaman eftir Kristian Blak. Eitt stórfingið verk hjá Kristiani, har allir limirnir í Aldubáruni eru við, umframt aðrir tónleikarar.
Konsertin er umleið 70 min.

 

Kl. 17.30 Móttøka, bert atgongd við einum dagatgongumerki.

 

Kl. 19.00 Aldubáran og Hanus


Hanus G. og Aldubáran hava samstarvað sera nógv gjøgnum tíðina. Úrslitið er eitt ótal av konsertum, tvær fløgur og ein uttanlandsferð. Á konsertini 27. juni fara Aldubáran og Hanus at framføra kendar sangir, fleiri teirra eru eisini á fyrstu fløguni, Bouquet. Eisini verða nýggjar útsetingar at hoyra av sangum, sum Hanus hevur gjørt til yrkingar hjá Poul F. 
Konsertin er umleið 60 min.