Føroyar taptu í kvøld EM undankappingardystin á heimavølli ímóti Eysturríki 29 – 24. Hálvleiksstøðan var 15 – 12. Føroysku kvinnurnar iðra seg um tapið, tí fyrsta løtan bar boð um, at úrslitið kundi verið uppaftur betri.
Eysturríki er roknað at eiga væl stinnari lið enn Føroyar, og tap við fimm málum ímóti teimum er at liva við, og tað er væl betri úrslit, enn tað var, tá ið Føroyar á heimavølli taptu við 20 málum ímóti Danmark.
Í kvøld sá tað ógvuliga hugaligt út.
Í eini handavend var støðan 5 – 2 til Føroyar. Føroysku spælararnir vóru topptrimmaðar, og áskoðararnir vórðu beinanvegin lyftir uppfrá av føroyska avrikinum, meðan gestirnir úr Eysturríki høvdu ógvuliga ilt við at fóta sær.
So tók eysturríkski venjarin, Erwin Gierlinger, ein steðg, og eftir ráðlegging í ein minutt, var tað so við og við eysturríkska liðið, ið fekk betur fatur á spælinum, og so legði Eysturríki seg fyri fyrstu ferð á odda 7-6.
Føroyska liðið hekk væl í. Hálvleiksstøðan var 15 – 12 til Eysturríki, og tað var ikki undarligt, at tær á føroyska liðnum iðraðu seg um ta støðuna, tí álopsspælið riggaði væl í fyrra hálvleiki, og føroyska liðið spældi seg til góðar málmøguleikar. Trupulleikin var, at ov ofta var tað stong út, tá ið roynt varð ímóti málinum, og so gjørdi tað ikki støðuna betur, at tað við fleiri brotskøstum ikki eydnaðist at skora. Seinna partin av fyrra hálvleiki var verjuspælið ikki so sannførandi.
Fyrsta løtan eftir steðgin var ikki góð. Í útgangsstøðu var Eysturríki undirmannað, men beinanvegin varð ein føroyskur spælari vístur av vølli í tveir minuttir, og so vaks eysturríkska leiðslan støðugt. Patricia Kovacs, Sonja Frey og Fabienne Tomasini skoraðu eina rúgvu av málum, meðan tað gekk illa at fáa tær, sum plaga at skora føroysku málini, í góðar støður.
Munurin øktist til átta mál, men so ernaðust tær á føroyska liðnum aftur. Annika Fríðheim Petersen í málinum bjargaði nakrar ferðir, verjan fann stevið, og í álopinum varð Jana Mittún toppskjútti við seks málum, og Súna Krossteig Hansen átti upplegg og skoraði fýra mál.
Nú leygardagin 5. mars hittast Eysturríki og Føroyar aftur. Klokkan 16. 30 eigur Eysturríki heimavøll í lítla býnum Maria Enzersdorf, har tað búgva niðanfyri 10 túsund fólk.
Føroyar – Eysturríki 24 – 29 (12 – 15)
EM undankappingardystur mikudagin 2. mars 2022 kl. 19 í Høllini á Hálsi í Havn
Annika Fríðheim Petersen, Rakul S. Wardum - Jana Mittún 6, Súsanna Krossteig Hansen 4, Turid Arge Samuelsen 3, Maria Halsdóttir Weyhe 3, Pernille Brandenborg 3, Nina Katrina Johansen 3, Brynhild Pálsdóttir 1, Lív Bentsdóttir Zachariasen 1, Elsa Egholm, Marianna Geirsdóttir Eystberg, Ingibjørg Olsen, Vár Bentsdóttir Zachariasen, Petra Andrea Larsen
Á beinkinum: Sonni Larsen, Finnur Hansson, Mladen Mjerimacka, Durit Rouch