Suðurkoreanskir myndugleikar hava avgjørt, at framførslurnar hjá Lady Gaga eru so samkyndar og pornografiskar, at tær eru óegnaðar til fólk undir 18 ár.
Aldursmarkið varð sett, tá ið hon hevði konsert í Olympic Stadium, har øll skuldu vísa prógv fyri, at tey vóru eldri enn 18 ár.
Lady Gaga viðmerkti nógv umrødda aldursmarkið frá pallinum, og hon lovaði, at hon fór at geva eina nógv frekari framførslu enn vanligt er.
Lady Gaga skal spæla í Parkini í Keypmannahavn 2. September, og tá er ongar ætlanir um at áleggja eitt aldursmark.
Lady Gaga hevur framført fleiri ferðir í Norðurlondum, og í 2010 framførdi hon seinast í Danmark. Tá var hon í Boxen í Herning, har X-Factor finalan í ár eisini varð hildin.
Lady Gaga hevur ferðast kring allan heimin og framført, men hetta er fyrstu ferð, at eitt aldursmark hevur verið sett á eina vanliga konsert hjá henni.