Alex hevði úr at gera í San Marino

Heilar níggju ferðir hevði Alex Troleis gula kortið á lofti, tá ið hann í kvøld dømdi Europa League-dyst ímillum Tre Penne og Gjilani.

Tað var ein føroysk dómarakvartett, sum í kvøld leiddi dystin í 1. undanumfari í Europa League ímillum Tre Penne úr San Marino og Gjilani úr Kosovo. Dysturin endaði við 3-1-sigri til gestirnar.

Alex Troleis var dómari, og afturat sær hevði hann Dan Højgaard og Jørleif Djurhuus sum hjálpardómarar og Eiler Rasmussen sum 4. dómara.

Sigast má, at føroyski dómarabólkurin fekk úr at gera. Heilar níggju ferðir hevði Alex Troleis gula kortið á lofti. Luca Sorrentino hjá Tre Penne fekk tvey av gulu kortunum og varð tískil rikin av vølli. Hetta var beint áðrenn hálvleikssteðgin.

Tað var annars Tre Penne, sum óvæntað legði seg á 1-0 eftir einum korteri. Gjilani syrgdi fyri at tað stóð á jøvnum 1-1 í hálvleikssteðginum, og í seinna hálvleiki avgjørdu teir dystin, vunnu 3-1 og skulu í øðrum umfari møta APOEL av Kýpros.

Hetta var aðruferð, at Alex Troleis dømdi í Europa League. Í fjør dømdi hann dystin ímillum Europa FC av Gibraltar og pólska Legia Warzawa. Tá gav hann tvey gul kort.