Nú er greitt, at í hvussu so er ein útlendskur spælari nakað eftir ársskiftið fer at koma úr útlandinum fyri at spæla við B68. Alexandro Castilho, sum kom til Toftir í summar, hevur undan fráferðini av Toftum og til Brasilia, skrivað undir eitt ára sáttmála við B68.
Alexandro er miðvallari í vinstra borði, og sambært B68 heimasíðuni eru felagið og nýggju venjararnir – Rúni Nolsøe, venjari, og hjálparvenjararnir Øssur Hansen og Ingolf Petersen – so mikið væl nøgdir við avrikið hjá brasiliumanninum, at avgerð er tikin um at skriva undir nýggjan sáttmála.