Alexandur Johansen: FM-finalurnar eru farnar

Skuldi StÍF hanga í H71, VÍF og Kyndli í stríðnum at koma í FM-finalurnar í Atlantic Airways kappingini, so var neyðugt, at strandingar vunnu heimadystin ímóti Neistanum. Tað gekk illa í hond hjá StÍF, sum tapti 20-24 ímóti Neistanum. StÌF var á odda 24-20 í steðginum.

 

- Vit hava nú mist møguleikan at røkka FM-finalunum, segði ein harmur StÌF-venjari, Alexandur Johansen aftaná dystin.

 

Málverjin hjá Neistanum, Mikkjal Hansen stórfegnaðist um, at lið hansara hevði megnað at fingið enn ein sigur í hús á útivølli - Vit rópa á hvønn annan, og vit stuðla hvørjum øðrum, fortaldi Mikkjal Hansen á Rás2 aftaná dystin.

 

Tað ber til at hoyra samrøðurnar Tróndur Arge gjørdi við Mikkjal Hansen og Alexandur Johansen undir greinini her. Fremst í brotinum hoyra vit løtuna, tá Neistin fekk sítt seinasta mál í dystinum.