Alexinu Murray Johannesen til minnis

“Hvat man fara at verða av hesum barni?” (Luk. 1,66)
Soleiðis varð spurt av grannum og bygdarfólki Jóhannesar doypara, tá ið hann varð føddur í lítlu bygdini Ein Karem í fjallalandi Judea í Ísraelslandi.
Soleiðis hevur helst eisini verið spurt í heiminum hjá hjúnunum Murray í Aberdeen hin desemberdagin í 1919, tá ið Alexina var borin í heim.
Soleiðis hevur helst eisini verið spurt av foreldrum okkara, tá ið vit fyri fyrstu ferð sóu dagsins ljós.
Ikki minst hevur hesin spurningurin troðkað seg fram hjá trúgvandi foreldrum, sum ynsktu og bóðu um, at børn teirra skuldu kom inn á veg friðarins, inn á Guds veg, inn á hin æviga vegin og læra Hann at kenna, sum er vegurin, sannleikin og lívið, Jesus Kristus, Guds, son, ið kann leiða okkum um lívsins torgongdu gøtur og inn í sín æviga himmal.
Hetta hendir ikki – sum Alexina vildi havt sagt tað á sínum skotska móðurmáli: “not by chance”, ikki av tilvild, men við miðvíst at trúgva og líta á frelsaran, Jesus Kristus, Guds son.

Alexina gjørdist føroyingur
Í Ruttsbók í skriftini lesa vit um hjúnini Noomi og Elimelek í Betlehem í Ísrael, sum fóru til grannalandið Móab við báðum synunum, tí hungursneyð var heima.
Bæði synirnir, sum vóru giftir og pápin doyðu, so har sótu tríggjar einkjur.
Noomi tók avgerð um at fara heimaftur til land sítt og bað verdøturnar vera eftir, men onnur teirra, Rutt, valdi at koma við henni, við hesum orðum:
“Hagar, sum tú fert, hagar fari eg, og har tú búsetist, har búsetist eg;
fólk títt skal vera fólk mítt, og Gud tín skal vera Gud mín; har sum tú doyrt, vil eg doyggja, og har vil eg verða jarðað.” (Rutsbók 1,16-17)
Júst hetta sama kann sigast um Alexinu, tá ið hon sum ein ung kvinna giftist við kenda skiparanum Mortani Johannesen í Hvannasundi, sum tá var vorðin einkjumaður. Mortan var pápi teir kendu hvannasundsbrøðurnar. Einans Svenning, sum býr í Havn, er eftir av teimum Hon valdi at búsetast í Hvannasundi, har sum hann búði. Hon valdi, at fólk hansara skuldi verða fólk hennara. Og sanniliga gjørdist hon føroyingur við lív og sál. Alexina valdi eisini at Gud hansara skuldi verða Gud hennara – og hon vildi doyggja, har sum hann doyði. Og hon vildi verða jarðað í tí landi, har sum hann varð jarðaður.
Alexina og Mortan fingu eina dóttir, Margareth, sum býr í Lorvík.

Arbeiddi á Hotel Hafnia í mong ár
Nógvar hugsanir koma fram fyri meg, upplivingar, ið sita rimmarfastar í huga mínum. Hetta eru persónligar upplivingar saman við hesi kvinnu, sum eg kom at kenna fyri 43 árum síðani, tá hon kom úr Hvannasundi til Havnar at arbeiða, sum ein 47 ára gomul kvinna.
Fyrst arbeiddi hon eina tíð á vaskaríi uppi í Tróndargøtu. Síðani fór hon at arbeiða á Hotel Hafnia, sum verfaðir tá átti og har kona mín Birgit, arbeiddi.


Búði hjá okkum á Sólteigi 4
Birgit og eg vóru gingin í hjúnalag í 1964 - tvey ár frammanundan at Alexina kom at búgva hjá okkum á Sólteigi 4 í Havn. Hjá okkum hevði hon eitt kamar og ein lítlan tekøk. So vit kenna til at hava livað saman við hesi kvinnu undir somu lon, tí Alexina gjørdist ein partur av okkara gerandislívi tey næstu umleið 10 árini.
Alexina røkti sítt dagliga yrki við trúfesti og nærlagni. Hon var lítilátin, friðsom og stillfør. Gjørdi onki burtur úr sær sjálvari. Talaði ongantíð um seg sjálva.
Eg minnist hvussu stillisliga hon gekk um úthurðina, tá ið hon kom heim eftir arbeiðslok, fór inn á kamarið og lítla løtu seinni inn í lítla te-køkin og so aftur inn á kamarið. Hon vildi ongantíð órógva okkum, og tað gjørdi hon heldur ikki. Tó sat hon ofta saman við okkum og hugnaði sær, umframt tá ið vit høvdu føðingardagar.
Hon hevði altíð eitt gott orð til dreingirnar hjá okkum. Tá ið hon sá teir innan- ella uttandura, legði hon hondina á høvd teirra, kíndi teir, meðan hon segði kærleiksfull orð til teirra.
Serstakliga hevði Alexina góð orð til Petur, sum var veikligur frá barni av. Og tá ið hann vildi vísa henni okkurt, sum hann kundi gera, segði hon: “Sum hann er raskur!” ella “Er hann ikki raskur!” Hon var altíð við tí góða orðinum.


Kom til trúgv á Jesus
Dóttir Alexinu, Margareth, kom til Havnar at arbeiða á Hotel Hafnia fyrst í seksti árunum, umleið 16-17 ára gomul. Birgit, kona mín arbeiddi eisini har, og fekk tá tann framíhjárætt at leiða Margareth til trúgv á Jesus.
Tað fyrsta, sum Margaret gjørdi, var at skriva til mammu sína hvat hent var henni, at hon var komin til trúgv á Jesus Kristus sum frelsara sín. Mamman skrivaði aftur og vildi hava gjølligari at vita hvussu hon eisini kundi verða frelst. Soleiðis kundi Margaret vegleiða sína egnu móðir andaliga. Hvat er størri her á fold hjá einum trúgvandi enn at vegleiða síni egnu andaliga, peika teimum á Jesus – og at tey so fylgja honum.
Seinni – á einum møti í Hebron í Leivík í 1966 - fekk Alexina fulla vissu um frelsuna við trúnni á Jesus Kristus og setti kós sína móti himli. Hesi kós veik Alexina ikki av til sín doyggjandi dag.
Øll tey mongu árini, hon var í Havn, leitaði hon ógviliga trúføst til møtini í Ebenezer so leingi sum orkan rakk. Henni dámdi so væl at vera í Havn, helst tí at hon var uppvaksin í einum býi – í Aberdeen.


“Longsta lív skjótt endar tað!”
Ein sangur, ið talar sína egnu álvarstalu um lívið og endan á lívinum, er sangurin “Longsta lív skjótt endar tað, fellur sum eitt følnað blað.”
Um okkum varð loyvt at at fáa eina glottasjón inn í allar kanningar- og granskingarstovur heimsins, sum frá upprisi sólar til sólarlag royna at finna heilivág móti herviligastu sjúkum mannaættarinnar, ið royna at linna og leingja lív okkara, so høvdu vit sæð, ikki einans hundraðtals, men túsundtals serfrøðingar, ið dagliga spreingja mørk fyri at bøta um menniskjans heilsu og leingja lív okkara.
Men sannleikin og veruleikin er framvegis: “longsta lív skjótt endar tað.”
Og hvør tann einasti ein av hesum granskarum má sjálvur lúta fyri veruleikanum og sannleika skriftarinnar:
“Menniskjanum er lagað at doyggja einaferð.” (Hebr. 9,27)
Alexina livdi eitt langt lív og gjørdist 90 ára gomul.
Góða Margareth, Mortan, Alexia og Svenning! Harrin troysti tykkum í sakninum um eina kæra og elskaða móðir og eina kæra og elskaða ommu. Tit eiga so mong góð minni og høvdu so nógvar og góðar løtur saman við henni. Tit, hennara kæru, vóru hennara eitt og alt. Hon elskaði tykkum og tit elskaðu hana.
Nú hon er farin, ynskja vit at takka Gudi fyri hana og ta signing var fyri so mong og lýsa Guds og frið yvir minnið um okkara kæru Alexinu Murray Johannesen.
--------------
Svenning av Lofti