Hann skuldi verða keypið, sum fekk Manchester United aftur á toppin, men størsta bragdið var at spæla klaver, tá hann bleiv kunngjørdur á Old Trafford. Alexis Sanchez er løntungasti spælarin hjá Manchester United.
Nú hevur felagið útleigað hann til Inter Milan, sum fyrr í summar keypti Romelu Lukaku frá júst Manchester United. Alexis Sanchez vísti sínar fótbóltsgávur í Udinese, FC Barcelona og Arsenal, men síðani skiftið til Manchester United hevur lítið verið at sæð til landsliðsspælaran úr Kili. Í 18 mánaðir bleiv tað bara til 45 dystir og fimm mál.
Hann skal nú bera troyggjuna, sum landsmaðurin – Ivan Zamarano – gjørdi frá 1996 til 2001. Inter Milan er í Champions League bólkaspælinum, har teir eru í bólki saman við FC Barcelona, Borussia Dortmund og Slavia Prag.
##med2##