Alf Julius Kristoffersen

21. mai 1926 - 27. mai 2010

Góði abbi.
Tað er við sorgblídni og sakni at eg skrivið tær hesar fáu reglur.
Bakstur dámdi tær væl at fáast við og júst bakarayrkið gjørdist eisini tín lívsleið. Eitt yrki har hegni og dugnaskapur tín veruliga kom til sjóndar. Eg minnist at tá eg var lítil smádrongur, plagdi tú altíð at fortelja mær um bakaríið hjá Frants Restorff, og sum oftast endaði tað við, at tú segði »í dag havi eg bakað 300 bollar«. Og tað helt eg vera øgiligt, tí í mínum hugaheimi var als ikki rúm fyri so stórari rúgvu av bollum. Teir vóru jú so nógvir, at tað nærum var nokk til øll fólk í Havn helt eg.
Og so vóru tað kransakøkurnar, sum tú var kendur fyri. Óiva er fáur sum dugir at gera tær kynstrið eftir, so flottar og stórbærar, sum tær vóru. Mær er sagt um eina sera flotta kransakøku, sum tú hevur gjørt. Hon var nakað heilt fyri seg, formað sum ein barnavognur við dýnu og øllum, sum har tilhoyrur. Eingin ivi um, at tú var sannur listamaður innan yrki títt.
Og so vóru tað biltúrarnir hjá okkum. Væl dámdi tær at fiska laks, og tú visti eisini, hvar man kundi fáa teir. Ofta fóru vit niðan til Saksunar, og har segði tú mær so frá øllum teimum støðum, ið best vóru at standa um ein royndi eftir laksi ella sílum. Tá sá eg í eygunum á tær, at hatta var nakað tú brendi fyri. Á veg suður aftur, so plagdi tú at fortelja frá, hvar tú, millum ár og dag, hevði verið og fiskað. Um tú hevði nýtt flugutráðu ella annan reiðskap, og hvat var tað besta til júst tað øki, ið roynt varð á. Tú royndi at læra meg, men ongantíð fekk eg sama alsk sum tú til hetta frítíðarítriv títt.
Altíð var tú í góðum lag, smílandi og fyrikomandi og dámdi væl at práta. Men eg minnist tó einaferð at tú, tá eg var tólv ára gamal, hevur skeldað meg út. Eg hevði verið og hjálpt til í bakarínum, sum var í SMS, og í staðin fyri rós fekk eg skeld. Eg helt teg vera keðiligan og skilti als ikki hví tú var óður. Seinni fekk eg so at vita, at tú í veruleikanum var óður, júst tí at tú var góður við meg og stúrdi fyri, at eg skuldi koma til skaða í onkrari av nógvu maskinunum, ið vóru har. Hetta var bæði fyrstu og seinastu ferð, at vit hava havt nakað skeldarí.
Altíð vóru vit samdir báðir. Vit plagdu at rotta okkum saman, tá vit øll sótu um borðið. Dámdu væl at muta móti tí, sum onkur av hinum høvdu borið upp á mál. Ikki tí at vit meintu nakað við tí, men bert fyri at fáa ein látur burtur úr. Ongantíð var tað illa meint.
Stóran áhuga hevði tú fyri tínum næstu. Vildi altíð tryggja tær at øll høvdu tað gott. Dámdi væl at hava fólk rundan um teg, bæði til gerandis og heilagt. Men tó vóru jólini nakað serstakt, tí tá samlaðust øll – børn, sonarkonur, dótturmenn og abba- og ommubørn í hugnaliga heiminum hjá tær og ommu. Tá livdi tú mitt í Verðini.
Barnagóður var tú altíð og tá Fríði, Tórur og Gunn gerast partur av lívi mínum – og har við eisini av tínum - var tað eins og nýggjur neisti tendraðist í tær. Frá byrjan av varð tú góður við tey og hvørja ferð vit komu inn á gólvið, og tey ikki vóru við, so varð beinan vegin spurt, hvar tey vóru, hvussu tey høvdu tað og nær tey komu aftur á vitjan. Og tann kærleiki tí vísti teimum gjørdi eisini at børnini við tað sama fingu tokka til tín og gleddu seg at koma inn til tín og ommu.
Tá tú fekk staðfest krabba trúði – og vónaði – eg ikki, at sjúkan skuldi fáa fastatøkur og gerast so álvarslig, sum hon bleiv. Tó fingu vit jólini í 2009 saman við tær; hóast kreftirnar vóru farnar at ganga undan, so vóru bæði góða lagið og smílið har, eins og tey altíð høvdu verið tað.
Glaður var tú, tá vit í februar 2010 kundu fortelja tær, at tú skuldi vera langabbi. Enn eitt lítið barn, sum tú kundi taka til tín. Tó eydnaðist tær ikki at uppliva langabbasonin. Sjúkan hevði gjørt teg orkulítlan og sjógvurin var rógvin áðrenn lítli alvin varð borin í heim. Tó fingu vit møguleikan at halda ein seinasta føðingardag saman við tær, men bert viku seinni orkaði tú ikki at berjast við sjúkuna meira og legði tí lívið í Harrans hendur.
Góði elskaði abbi, saknurin eftir teg er ómetaliga stórur. Tað fer ikki dagur fram við uttan at tað verður hugsað um teg. Tú ert høgt elskaður og virdur av okkum øllum.
Eg elski teg
Góða Sonja omma. Eg veit at saknurin er stórur hjá tær, men vit eru øll her fyri teg og vit elska teg. Tú hevur nógv at siga fyri okkum, tú sum er miðdepil í familjuni. Hóast tað kann tykjast svárt, so er neyðugt at hyggja fram eftir samstundis sum vit minnast alt tað góða, sum tú og abbi høvdu saman í fyrimyndarliga, happadrúgva og góða hjúnarlagi tykkara.
Eg vil loyva mær at nýta høvi at veita palliativa toyminum á B6 á landsjúkrahúsinum eina serliga tøkk. Takk fyri at tit vóru so nógv um abba ta seinastu tíðina, tit hava alla tøkk og allan heiður uppiborið
Góði abbi. Ein seinasta heilsan og ein fátøk tøkk fyri tað tú var. Friður verið við minni tínum.
-----------
Abbasonur tín Ragnar