Alfred, Annita, Høgni og Jógvan hava 10 ára jubileum í kvøld

Í dag eru tíggju ár síðani løgtingsvalið, sum í nýggjari tíð mest er at meta við systemskiftið í føroyskum politikki. Við løgtingsvalið 30. apríl í 1998 gjørdist Tjóðveldisflokkurin fyri fyrstu ferð størsti flokkur í Føroyum ? og á fyrsta sinni setti eitt landsstýri sær loysing sum stevnumið Løgtingsvalið 30. apríl í 1998 var á mangan hátt eitt markamót í føroyskum politikki. Hetta var fyrsta løgtingsvalið eftir nýggju stýriskipanarlógini, har løgtingið skuldi peika á ein samráðingarleiðara. Fyri ta tíð var tað altíð størsti flokkur, sum hevði samráðingar initiativið ? og tað tók í minsta lagði tveir mánaðir, áðrenn ein samgonga varð skipað.

Við løgtingsvalið í 1998 var Annfinn Kallsberg útpeikaður sum samráðingarleiðari. Meðan eitt nú Javnaðarflokkurin peikaði á Høgna Hoydal sum samráðingarleiðara, so varð tað kortini Anfinn Kallsberg, sum fekk heiðurin at verða tann fyrsti samráðingarleiðarin eftir nýggju stýrisskipanini ? og sum soleðis gjørdist føroya fyrsti løgmaður, sum kundi kjósa sær landsstýrismenn.

Tað vóru ellivu tingfólk, sum hesaferð á fyrsta sinni vórðu vald. Tey vóru:

Dan Reinert Petersen úr Javnaðarflokkinum

Alfred Olsen úr Sambandsflokkinum

Jógvan á Lakjuni úr Fólkaflokkinum

Jákup Suni Joensen úr Fólkaflokkinum

Hans Pauli Strøm úr Javnaðarflokkinum

Katrin Dahl Jakobsen úr Javnaðarflokkinum

Annita á Fríðriksmørk úr Tjóðveldisflokkinum

Høgni Hoydal úr Tjóðveldisflokkinum

Heðin Mortensen úr Sambandsflokkinum

Marjus Dam úr Sambandsflokkinum

Páll á Reynatúvgu úr Tjóðveldisflokkinum

Av hesum nývaldu tingfólkunum í 1998 eru tað bara fýra, sum hava sitið á tingi síðani, og tey eru:

Høgni Hoydal úr Tjóðveldisflokkinum.

Jógvan á Lakjuni úr Fólkaflokkinum

Tvey onnur eru vald á ting síðani, Hans Pauli Strøm og Katrin Dahl Jakobsen, meðan eitt annað nú hevur sæti sum eykafólk fyri landsstýrisfólk, Páll á Reynatúgvu.

30. apríl í 2002 var aftur regluligt løgtingsval. Men í desember í 2004 valdi Anfinn Kallsberg at skriva út nýval í ótíð. Síðani hava vit havt tvey reglulig løgtingsval: 20. januar í 2004 og 19. januar í 2008. Báðu ferðirnar hevur Jóannes Eidesgaard skipað nýggja samgongu.

Løgtingið, sum varð valt 30. apríl 1998 var annars hetta:

Norðoyggjar:

Anfinn Kallsberg (A)

Jógvan við Keldu (A)

Vilhelm Johannesen (C)

Heini O. Heinesen (E)

Eysturoy:

Jógvan á Lakjuni (A)

Dan Reinert Petersen (C)

Signar á Brúnni (E)

Edmund Joensen (B)

Alfred Olsen (B)

Sámal P. í Grund (D)

Norðstreymoy:

Jákup Suni Joensen (A)

Hans Pauli Strøm (C)

Jógvan Durhuus (E)

Suðurstreymoy:

Óli Breckmann (A)

Bjarni Djurholm (A)

Katrin Dahl Jakobsen (C)

Kristian Magnussen (C)

Annita á Fríðriksmørk (E)

Høgni Hoydal (E)

Finnbogi Ísakson (E)

Jenis av Rana (H)

Heðin Mortensen (B)

Lisbeth L. Petersen (B)

Helena D. á Neystabø (D)

Vágar:

Jørgen Niclasen (A)

Marjus Dam (B)

Sandoy:

John Petersen (A)

Páll á Reynatúgvu (E)

Suðuroy:

Jóannes Eidesgaard (C)

Hendrik Old (C)

Hergeir Nielsen (E)

Flemming Mikkelsen (B)