Alibátur sakk í Lamba

Seinnapartin sunnudagin tók kranabilur hjá Hans Egili Joensen á Eiði henda alibátin upp úr sjónum í Lamba

Tað kann tykjast løgið, at hes­in alibáturin, sum vit hava skilt, at Bakkafrost eig­ur, sakk sunnudagin í støð­ni í Lamba.
Hvussu er og ikki, er okkum ógreitt, men seinna­partin henda dag­in tók krana­bilur hjá Hans Egili Joen­sen á Eiði glas­trevja­bát­in upp aftur, soleiðis sum myndin vísir.
Úr Lamba verður sagt, at báturin, sum er einar 30 føtur stórur, annars var virk­in á Lambavík henda dagin.