Hóast Alif alment fer úr starvi, kemur hann at virka eina tíð afturat sum
ráðgevi. Hansara yrkisleið sum radioteknikkari í ein heilan mansaldur hevur verið líka frá teimum gomlu radiorørunum til nútíðar digitala tøkni.
Alif er havnarmaður, sonur ein av kendastu jarnsmiðjum í Havn, Hans Hansen, vanliga kallaður Hans hjá Lutherusi, sum átti og rak Smiðjuna í Lítluvík, har sum listaframsýningar eru í dag. Har sleit Alif sínar barnaskógvar og lærdi nógv jarnsmíð. Mamman var Guddid, ættað úr Hósvík.
Alif lærdi til radiomekanikara á einum Philips-radioverkstaði í
Keypmannahavn frá 1954-58.
1.mars 1960 kom hann í starv hjá Fyr- og Vagervæsenet, tað sum í dag eitur
Farvandsvæsenet. Hann byrjaði í Vági, men varð skjótt fluttur til Eiðis, har
hann arbeiddi sum teknikari á Loranstøðini. Har var hann til fyrst í
70-unum, tá hann fekk starv sum verkstaðsleiðari á radioverkstaðnum hjá
Marstein í Havn.
Fyrst í 80-unum kom hann í starv á MRCC-støðini, sum tá hoyrdi undir Post & Telegrafvæsenet. Starvsfelagarnir siga, at teir hava notið nógv gott av góðu evnunum hjá Alif, bæði sum handverkari og sum radioteknikari. Eingin uppgáva er so torfør, at Alif ikki kann loysa hana. Hann heldur seg eisini sera væl uppdateraðan reint tekniskt. Og nú MRCC stendur fyri stórum digitalum útbyggingum, so er Alif álitið. Hann hevur ongantíð arbeitt harðari enn nú, fyri at dagføringin av Tórshavn Radio skal eydnast til fullnar, so øll vera nøgd, tá tendrað verður fyri nýggju útgerðini, væntandi beint áðrenn jól í ár.
Alif er giftur Hansinu, f. Djurhuus, av Glyvrum, og tey búgva á Signabø, har hann hevur ein 28-fót bát, ið hann sjálvur hevur innrættað og bygt upp. Tey hava keypt sær eini hús við Limfjørðin, har hann kanska fær høvið til at flota bátin av og á.
Børnini hjá Alif eru: Kári, sum býr í Kvívík, Heidi, sum býr í Danmark, og
Sanna, sum býr í Havn. Abbabørnini eru sjey í tali, og langabbabørnini eru
tvey.