Aliloyvi kunnu pantsetast

Landsrætturin hevur felt dóm, sum sigur, at aliloyvi kunnu pantsetast. Tað er ein stórsigur fyri lánveitararnar, sum sostatt kunnu fáa trygd í aliloyvum. Við hesum er ein forðing fyri framhaldandi fígging av alivinnuni fingin av vegnum, sigur Føroya banki

Ein alari hevur loyvi til at geva sínum lánveitara pant í aliloyvinum. Og myndugleikarnir kunnu ikki nokta fyri at tinglýsa pantsetingina. Tað staðfestir Eystari landsrættur í dómi frá 15. desember.

Hetta er ein sigur fyri peningastovnarnar, sum í fleiri ár hava borið tað sjónarmið fram, at alarar kunnu geva sínum lánveitara pant í aliloyvinum. Tað merkir hinvegin ikki, at lánveitarin, sum er panthavari, hevur betri rætt enn alarin, sum er pantsetari.

Ítøkiliga málið byrjaði við, at ein av kundunum hjá Føroya Banka við einum eigarapantibrævi tann 20. august 2003 gav bankanum pant í sínum rætti at ala á sjónum og at reka smoltstøð.

Føroya rættur feldi dóm 22. oktober, har gingið var ímóti, at aliloyvið kundi pantsetast. Víst var til lóg nr. 70 um aling av fiski frá juni 1998. Føroya rættur grundaði sína avgerð á, at talan var um eitt alment loyvi, sum ikki kann latast víðari. Hvørki við sølu ella panstseting.

Hesa avgerð kærdi Føroya banki til Eystara landsrætt, sum hevur givið bankanum viðhald. Landsrætturin ger galdandi, at loyvi til at ala fisk er at meta sum ein umsetiligur ognarlutur. Avgerðina grundar Landsrætturin á, at tað er neyðugt hjá vinnulívinum at nýta aliloyvi sum eitt kredittgrundarlag. Landsrætturin leggur samstundis dent á, at tað, at landsstýrið skal geva loyvi til at selja eitt aliloyvi, ikki forðar fyri einari pantseting av aliloyvinum.

? Við avgerðini hjá Eystara Landsrætti er ein munandi forðing fyri einari framhaldandi fígging av alivinnuni fingin av vegnum. Hinvegin er loyvi til at pantseta aliloyvi ikki nóg mikið til at tryggja vinnuni eina framtíð, sigur Jørn Astrup Hansen.

Síðan lækkandi prísir og ILA raktu alivinnuna er støðan nógv broytt hjá vinnuni, sum hevði nøkur gullár. Eginorgnin er horvin sum døgg fyri sól, og tí er tørvurin hjá lánveitaranum at fáa pant í loyvi, tá ið teir fíggja alibrúk, størri enn nakrantíð.

? Við dóminum hava vit fingið tað, sum vit hava biðið um. Tað fara vit at brúka til at biða um pant, hvørja ferð vit veita fígging. Hetta var stutt og greitt eina fyritreyt fyri, at vit framhaldandi kunnu veita fígging, og tí er hetta ein stórsigur fyri alivinnuna, sigur Jørn Astrup Hansen.