Í fylgiskjalinum til samgonguskjalið stendur, at alivinnan skal virka undir skipaðum viðurskiftum, so hon trygt kann gera íløgur í framtíðina. Gransking og útbúgving innan aling skulu styrkjast.
- Avgerandi er at tryggja alivinnuna gjøgnum krøv um lívfrøðiliga burðardygd og váðaspjaðing. Møguleikarnir at ala nýggj fiska- og djórasløg, tara o.a. skulu útgreinast. Rakstrarkunngerðin fyri alivinnuna skal endurskoðast fyri at styrkja fyribyrging av sjúku, eitt nú laksalús.
Tryggjast skal, sigur samgongan í fylgiskjalinum til samgonguskjalið, at ræðisrætturin á alifirðunum er á føroyskum hondum, og atlit skal takast til útjaðaran. Alivinnan skal rinda eitt tøkugjald fyri leigu av firðunum.