Tað er mær ein gáta, at samríkjamenn ikki síggja potentialið í tí ríkidømi, sum býr í okkara fólki, og tí tilfeingi, sum hoyrir okkara landi til. Og tað er púra óskiljandi, at menn og kvinnur ikki vilja taka fult ræði á tí ríkidømi, sum hoyrir okkum til. Tað kann tryggja bæði okkum og komandi ættarliðum eina góða og virðiliga vælferð, um vit brúka vit og skil og stýra hegnisliga.
Samríkjamenn standa nærum hvønn dag og messa á torgum og strætum, at í Føroyum er so illa statt, at okkum tørvar hjálp at halda hús. Teir hava ikki álit á, at føroyskt hegni, føroysk høvd og føroysk hjørtu megna at skipa fyri egnum viðurskiftum og byggja upp ein burðardyggan búskap.
Hetta gera teir, hóast ríka føroyska havøkið er tvær og ein hálva ferð so stórt sum danska búskaparøkið og er grundarlag undir eini veiði upp á hálva millión tons av fiski árliga, og hóast firðirnir rúma so nógvum laksi, at vit taka 75.000 tons árliga, ið verða seld fyri góðan prís.
Teir biðja eisini um meira blokk, hóast bruttotjóðarúrtøkan er tvífaldað síðan 1998 úr 7,5 milliardum upp í 15 milliardir og er hægri í Føroyum fyri hvønn íbúgva enn í Danmark, og hóast innløgan á fíggjarlógini er vaksin 1,2 mia kr., síðan blokkurin lækkaði 366 mió. kr.
Eg haldi ikki, at frælsið at skipa okkum sum tjóð skal gerast upp í pengum, men tá nú sambandskreftirnar so gleðiliga vilja selja og pantseta sítt frælsi og sítt sjálvræði til eina aðra tjóð, so skilji eg als ikki, at tær selja seg so bíliga.
Bara Bakkafrost er vert um 9 milliardir krónur. Hetta er heilar 15 ferðir meiri enn blokkstuðulin á 630 mió. kr. Onigin ivi er um, at sambandsmenn kundu samrátt seg til eina nógv betri avtalu, um teir dugdu at meta um virðið í føroyingum og Føroyum og vóru góðir businessmenn, sum ein landsstýrismaður hjá sambandinum tók til.
Men danska statsvaldið hevur dugað at telva sítt talv rætt. Danskarar hava tryggjað sær eina virðismikla geopoltiska tyngd í altjóða samfelagnum aftur fyri eina promillu á fíggjarlógini. So lítið fyllir danska ríkisveitingin til Føroya á teirra fíggjarlóg.
Og í Føroyum rópa summi hurrá fyri hesi náðigávu, sum høvdu tey vunnið i happadráttinum. Tíverri hevur stórur partur av restini gjørt av at sita heima í í sofuni valdagin og góðtaka, at fólkatingið fíggjar tokutaluna hjá Edmundi, sum sáar mistreysti millum fólk.
Gott í tykkum – fáið øll upp úr sofuni og tryggið Føroyum eitt umboð, sum hevur álit á, at føroyskt hegni, føroysk høvd og føroysk hjørtu megna at skipa eitt sjávstøðugt og sjálvbjargið samfelag í Føryum.
Magni Arge