Alivinnan reisti seg aftur við risafetum

Alivinnan í Føroyum var í svárari kreppu fyri 3-4 árum síðan. Umfatandi ILA-sjúka gjørdi um seg, samstundis sum prísurin á aldum fiski var sera vánaligur. Nú sprettur aftur í hesi vinnu, sum reisir seg við risafetum. Men vøksturin er ikki byrjaður fyrr enn nú, og tí verður tað í nærmastu framtíð, at nýggju karmarnir og skynsami raksturin veruliga fara at standa sína roynd

Aling

Í ringastu kreppuni setti vinnan, ið eftir var saman við politisku myndugleikunum, í verk nýggjar og betri karmar um alivinnuna. Hesir karmar snúðu seg í fyrsta lagi um sundurskiljing av árgangum, økishvíld og sjúkufyribyrging.

Nýggja kósin var við til at veksa um áhugan hjá íleggjarum at gera nýggjar íløgur í alivinnuna, sum lá í andaleypi.

Vinnan hevur síðan lagt seg eftir at hava skynsaman rakstur við neyvari framleiðslustýring og øktum førleika.

Undir tillagaðu umstøðunum og við góðum marknaðarprísum er alivinnan aftur vorðin burðardygg, soleiðis at stóra hallið í kreppuárunum nú er vent til eitt samlað avlop.

Botnurin náddur

Føroyska framleiðslan av laksi og sílum vaks nógv árini 1999-2003, men síðan fór rættiliga at ganga niður á bakka.

Framleiðslan náddi soleiðis hæddirnar í 2003 við heili 56.000 tonsum, men í 2006, tá framleiðslan hesi árini var minst, var hon einans 18.000 tons.

Í 2006 tóku alarar stívliga 13.000 tons av laksi og umleið 5.500 tons av sílum, livandi vekt.

Gongdin var annars, at í 2004 kom tøkan niður á 45.000 tons og í 2005 niður á 22.000 tons.

Nú gongur aftur fram á, og framskrivingar fyri árið í ár siga, at sløk 30.000 tons verða tikin í ár, samstundis sum útlit eru til, at framleiðslan verður nakað størri í 2008.

Alivinnan hevði góð úrslit at vísa á í 2006, eins og vøksturin var góður og fellið lítið. Heldur ikki hava nakrir sjúkutilburðir verið seinasta árið.

Góður marknaður

Marknaðarprísurin var sera góður í 2006 og alifyritøkurnar, sum høvdu fisk at taka, stóðu seg væl.

Hóast tøkan var lítil í fjør, táttaði samlaði útflutningurin av føroyskum alifiski í eina hálva miljard krónur. Tá útflutningurin var í hæddini árini 1999-2003, var hann út við eina miljard krónur.

Væntandi er, at útboðið av laksi á marknaðinum fer at veksa munandi í ár, og tí kann roknast við, at hetta fer at trýsta prísin. Søgan sigur okkum, at stór sveiggj eru í prísunum á alifiski, men megnar føroyska alivinnan frameftir at hava ein burðardyggan rakstur og fyribyrgja sjúkum, metir Føroya Havbúnaðarfelag, sum er áhugafelagið hjá føroyskum alarum, at alivinnan klárar at liva við teimum príssveiggjum sum koma.

Í fjør vórðu 8 miljónir fiskar settir á sjógv, og talið í ár verður helst um eina miljón størri. Útlit eru til, at 10 miljónir fiskar verða settir út í 2008.

Alivinnan stendur fyri stórum avbjóðingum í framtíðini, men tey, sum standa aftanfyri felagið hjá alarum, eru sannførd um, at vinnan í dag í størri mun enn áður er før fyri at taka ímóti hesum avbjóðingum.

Lógarverkið

Eitt er so sjálv vinnan. Annað er lógarverkið, sum er grundarlagið undir virkseminum.

Felagið heldur, at eitt av týdningarmestu málunum, sum nevndin hevur arbeitt við í seinastuni, er endurskoðanin av alilóggávuni. Her hevur felagið havt umboðan í arbeiðsbólki, sum arbeiðir við hesum máli.

Hetta arbeiði er ikki liðugt enn, men væntandi er, at nýggj alilóggáva verður løgd fyri løgtingið eftir ólavsøku í ár.

Ein kunngerð um fyribyrgjandi rakstur er eisini undir endurskoðan, og felagið hevur havt hesa til hoyringar nakrar ferðir.

Høvuðsbroytingin er, at alt alivirksemi ætlandi verður fevnt av nýggju kunngerðini um fyribyrgjandi rakstur. Í kunngerðini eru eisini krøv um, at vinnan skal lata upplýsingar inn til myndugleikarnar elektroniskt, og í hesum sambandi hevur felagið átikið sær at fáa gjørt eina skipan, soleiðis at til ber hjá vinnuni at senda hesar upplýsingar beinleiðis av teirri skrásetingarskipan, sum vinnan brúkar.

Skipanin er komin væl áleiðis og verður royndarkoyrd í løtuni.

Førleikin mennast

Føroya Havbúnaðarfelag ynskir eisini at menna førleikan hjá fólki, sum starvast í alivinnuni, og tí skipaði felagið fyri skeiði tíðliga í hesum árinum. Tiltakið fekk stóra undirtøku, og felagið heldur, at slíkt hevur alstóran týdning fyri at økja um førleikan í vinnuni.

Vøksturin í alivinnuni er ikki byrjaður fyrr enn nú, og tí verður tað í nærmastu framtíð, at nýggju karmarnir og skynsami raksturin veruliga fara at standa sína roynd.

Aftrat øðrum broytingum, sum verið hava í føroysku alivinnuni, er bygnaðurin í vinnuni eisini nógv broyttur, soleiðis at tað eru færri feløg í vinnuni í dag enn áður.

Støðugar portiónir

Meðan prísurin á feskum laksi hevur sveiggjað nógv, hava prísirnir á portiónum úr laksi verið væl meira støðugir, tó at tað eisini hava verið sveiggj. Prísurin á portiónum var heldur ongantíð so lágur, sum hann var fyri feskan laks, tá hædd verður tikin fyri kravdari virðisøking og úrtøku.

Portiónirnar hava ligið rættiliga støðugar omanfyri 50 krónur fyri kilo, men hava onkur tíðarskeið verið beint niðanfyri.

Í fjør var prísurin á portiónum hin hægsti nakrantíð, tá miðalprísurin var heilar 68,45 krónur fyri kilo.

Tølini vísa, at feskur laksur hevur verið ein rættiliga dominerandi partur av útflutninginum, men í 2006 kom broyting í.

Útflutningsvirðið er sum heild fallið sera nógv seinastu fýra árini, men virðið av portiónum úr laksi er ikki fallið.

Í 2006 var útflutningsvirðið á portóinum enntá hægri enn virðið av feskum laksi, men hetta kemst eisini av, at nøgdirnar av feskum laksi vóru munandi minni í 2006 enn undanfarin ár.

Sílini áhugaverd

Fesku sílini gjørdu seg eisini rættiliga galdandi í samlaða útflutningsvirðinum í fjør, og ein orsøk til hetta er, at russiski marknaðurin er í stórari menning. Helmingurin av føroysku framleiðsluni av sílum fór nevniliga á russiska marknaðin, har góðir møguleikar eru fyri hesi vøru.

Rusland er eisini ein áhugaverdur marknaður fyri laksavørum, og potentialið á hesum marknaði er stórt.

Av samlaða útflutningsvirðinum í fjør stóðu portiónir úr laksi fyri 41%, feskur laksur fyri 28%, fryst síl 14%, meðan fesk síl og frystur laksur stóðu fyri hvør sínum 7%. Síðan stóðu avskurður og annað fyri 3%.

Útseting av smolti

Tá ið útsetingin av fiski var upp á tað mesta, vórðu 16 miljónir smolt sett út.

Í 2003 og 2004 fall útsetingin sera nógv, tá hervilig kreppa var í alivinnuni. Í 2005 kvinkaði talið nakað uppeftir aftur, og í 2006 kom útsetingin sum nevnt upp á 8 miljónir fiskar.

Í ár verður útsetingin 9,7 miljónir fiskar, og í 2008 og helst nøkur ár fram fer útsetingin at liggja um eini 10 miljónir smolt.