HB og KÍ eru risastórir favorittar móti suðuroyarliðunum

Her eru oddsini upp á dystirnar HB-TB og KÍ-FC Suðuroy

Tveir dystir vera leiktir í 15. umfarinum í Betrideildini hjá monnum. Á ovara vølli í Gundadali í Havn tekur HB móti TB. Tann dysturin byrjar klokkan 15.

 

Klokkan 17.15 tekur KÍ á vøllinum við Djúpumýru móti FC Suðuroy.

 

KÍ er fremst í deildini við 39 stigum. HB er næstfremst við 30 stigum. TB er næstaftast við sjey stigum, og FC Suðuroy er aftast við seks stigum. 

 

Í báðum førunum eru HB og KÍ risastórir favorittar hjá altjóða veddingarfyritøkum, ið lata odds upp á dystirnar.

 

Oddsini upp á heimasigur til HB liggja millum 1,03 og 1,05.

 

Oddsini upp á javnleik liggja millum 12,00 og 21,00.

 

Oddsini upp á útisigur til TB liggja millum 22,00 og 41,00.

 

HER eru oddsini upp á dystin HB-TB:

 

##med2##

 

##med3##

 

Oddsini upp á heimasigur til KÍ liggja millum 1,01 og 1,04.

 

Oddsini upp á javnleik liggja millum 12,00 og 21,00

 

Oddsini upp á útisigur til FC Suðuroy liggja millum 23,00 og 56,00

 

HER eru oddsini upp á dystin KÍ-FC Suðuroy:

 

##med4##

 

##med5##