Donald Trump, forseti í USA, sigur, at hann nú umhugsar at senda fleiri patriot-rakettir til Ukraina. Hetta segði hann sambært Reuters á tíðindafundi í Hvítu Húsunum í kvøld.
Eftir Nato-toppfund í Haag seinnapartin mikudagin varð Donald Trump spurdur av ukrainskum journalisti, um USA var til reiðar at senda Ukraina fleiri patriot-loftverjuskipanir.
Svarið hjá forsetanum var, at hann skuldi kanna málið. Hann helt fyri, at hetta kundi gerast trupult, tí USA hevur brúk fyri hesum skipanum, og USA letur eisini Ísrael hesar skipanir.
- Patriot-loftverjuskipanin er serstakliga effektiv - ja, faktist 100 prosent, segði hann og legði aftrat, at Ukraina ynskir hesar loftverkuskipanir meira enn nakað annað.
Nú fer forsetin so at kanna møguleikarnar fyri at lata Ukraina hesar skipanir til verju móti russiskum loftálopum á ukrainskari jørð.
##med2##