Valur vísti onga náði tá teir vitjaðu liðið hjá Jóan Símuni Edmundssyni, KA á Greifavøllinum á Akureyri í kvøld.
Í dysti í bestu íslendsku fótbóltsdeildini vann Valur stórsigur 5-2. Jóan Símun var skiftur inn við byrjanina av seinna hálvleiki, og stutt eftir hevði hann eina góða roynd, ið málverjin hjá Vali bjargaði. Tá Jóan Símun kom á vøllin var støðan 2-1 til Val. Bjarni Aðalsteinsson hevði minkað um munin beint undan steðginum. Valur økti til 3-1 og 4-1 innanfyri tveir minuttir, og so var dysturin avgjørdur. Ikki fyrrenn Valur hevði skorað til 5-1 megnaði KA at svara aftur við einum máli hjá Hans Viktori Guðmundssyni.
KA er næstaftast í deildini við 12 stigum fyri 13 dystir. Teir hava fimm stig upp til Afturelding, ið er á sætta plássinum við 17 stigum. Seks tey fremstu liðini vinna seg til ovara endaspælið aftaná lokið grundspæl.
Sunnukvøldið klokkan 20.15 taka Gunnar Vatnhamar og liðfelagarnir í Víkingi Reykjavík móti Afturelding á heimavølli. Víkingur er fremst í deildini við 26 stigum fyri 12 dystir.