Alkoholmetur heldur enn blóðroyndir

Fyri at spara tíð og pengar og fyri at fáa neyvari mátingar skjótari enn higartil, verða royndir gjørdar við alkoholmetrum í Danmark

Danska Fólkatingið hevur samtykt at lækka promillumarkið frá 0,8 til 0,5. Samstundis eru ætlanir um, at fáa neyvari alkoholroyndir, sum betur kunnu siga, hvussu stór ella lítil promillan er, enn tann higartil vanliga blóðroyndin kann.

Fólkatingið ætlar at brúka meiri orku upp á ferðslutrygdina, men fyri at minka sum minst um útreiðslurnar, er ætlanin at gera aðrar uppgávur bíligari.

Her er tað, at sonevnda alkoholmetrið kemur inn í myndina.

Fyri »kundan« er fyrimunurin tann, at tað slepst undan bíðitíð á sjúkrahúsi ella at boðsenda lækna, tí beint eftir royndina, sæst úrslitið.

Bara í fjør høvdu 500 mistonkt, sum vóru beint undir markinum, sloppið undan at bíða í fýra vikur eftir »dóminum«.

Tey nýggju tólini, sum nú verða brúkt saman við blóðroyndini, verða brúkt í Odense og í Keypmannahavn, og eru víð í ikki-vísundaligum royndum. Tann, ið verður kannaður, ger sjálvur av, um hann í royndartíðini vil royan alkoholmetrið.

Tey neyvu alkoholmetrini eru próvførslutól, og tí krevja tey stabilt umhvørvi. Tí verður tú noyddur at fara við á løgreglustøðina, um tú skal kannast.

Felagið hjá donskum bilaánarum, FDM, ætlar sær at fylgja væl við í hesum royndunum - ikki minst, tá tað snýr sum um rættartrygdina.