Allahalganna konsert og offurgudstænasta í Vágs kirkju

KONSERT
Tíðindaskriv

Sunnudagin, 14. november kl. 18 fer Kirkjukórið Ljómur saman við gentukóri og blásarum úr Suðurættini at hava árligu allahalganna konsertina. Kórið og kirkjan fyltu 65 ár í vár, so talan verður um eina jubileumskonsert. Í tí sambandi syngur kórið 2 sálmar:
"Nógv fagrari, fríari" og »Eitt lið sum mjøll at líta á«, sum vóru sungnir til ta fyrstu konsertina 3. nov. 1940.
Á skránni eru harumframt Kingo í svenskari útseting, klassikarar sum »Prope est Dominus«, »Meine Seel´ ist stille zu Gott«, »O God of Bethel«, Händel og sálmar úr nýggju Kórbókini við
satsum eftir Karl Clausen.
Meðan "Nú hvítna tindar fjøllum á" verður sungin, fer kirkjufólkið, sum siður er, innar í kór at offra til vælgerandi endamál.
Ulf Nordlund stedur á odda fyri blásarunum.
Dorte Tilma stjórnar Kirkjukórinum Ljómi.