Ymsastaðni kring landið er skipað fyri minningarhaldi teirra sjólætnu í dag, og sum siður er, helt løgmaður minningarrøðu í Havn Undanfarin ár var minninhald teirra sjólætnu í Havn hildið á Sjómansheiminum, men í ár var tað á Vinnuháskúlanum. Sum siður er, helt løgmaður røðu, og vit endurgeva her røðuna hjá Jóannesi Eidesgaard:
Sjómansyrkið er aldargamalt. Tað at sleppa landi, at sleppa tí kenda og geva seg út í tað ókenda, tað er sjómansins avbjóðing og lagna. Tað var soleiðis norðbúgvar nomu land, og tað var soleiðis heimurin gjørdist kendur. Tað, vit fyrr kallaðu landnám, kalla vit í dag alheimsgerð.
Sjómansyrkið er tjóðarstarv føroyinga. Minnisvarðar um sjómenn standa um alt landið eins og minnisvarðar um tjóðarhetjur okkara. Tí savnast vit á hesum degi, leggja dagligt yrki til viks eina stund og eru felags um løtuna. Landsins hægstu myndugleikar, yrkisumboð og avvarðandi leita saman í felag og vísa sjómanninum heiður eina slíka hátíðarløtu.
Sjómaðurin er farin víða, í so máta leggur hann seg upp at stórmonnum. Og arbeiðsplássið er stórt. Sjóøkið um Føroyar er 274.000 km2, og haraftrat koma fjarleiðirnar. Hann ferðast, sum sungið verður, við Grønlands og Íslands strendur eins væl og Skotland, Singapor, Hong Kong og Kina.
Globalur liviháttur, tað at vera langt frá hvør øðrum og tó at vera saman, hevur eyðkent sjómanslívið. Sum aldan í støðugari tráðan at sleppa útaftur og síðani koma innaftur, so er sjómaðurin í støðugari tráðan eftir at fara út og at koma heim.
Teir eru úti, meðan hjartað er heima; tær eru heima, meðan hjarta er úti. Sjómanslívið er menniskjansliga hart. Vit minnast í ár, at 75 ár eru liðin, síðani Immanuel og Laura gingu burtur, og 50 ár eru liðin, síðani Stella Argus fórst, og minnisvarði er júst reistur. Við hesum skipum fóru 60 mans. Ærað verði minnið um teir.
Tann føroyska kvinnan hevur mangan staðið einsamøll við heimi og børnum, bæði tá maðurin var úti og sum einkja við fullum húsi. Hon bar øllum uppi, hóast ótta, miss og sorg.
At hennara heimur var líka nógv úti sum heima sæst aftur hjá teimum kvinnum, sum hava yrkt um sjómanslívið. Tann fyrsta kvinnan at hava yrkingar við í fyrstu føroysku songbókini er Billa Hansen. Hon tekur soleiðis til í yrkingini: ?Ein útróðrardagur um heystið?, har hon livir seg inn í støðuna hjá sjómanninum ein ódnardag, og mitt í svárastu løtu í huganum stendur undir lið hansara:
?Enn vantaði ein í bátatal,
tá svørt var nátt;
í skýming hann sást uttanvert við Hæl ?
men rokið hátt
brádliga hvørvisjón tá yvir hann legði;
streymur frá landi hann úteftir hevði.
Runt um feigdarfuglarnir flagsa.?
og hon heldur fram ...
?Hvør maður krossin brátt fyri sær ristir,
suffar farvæl til konu og systur,
til børn og foreldur í heimi.?
Her tekur hon øll ættarliðini við, sum er barlastin heima, tað undanverandi og tað eftirkomandi: foreldur, konu, systir og børn. At signa seg er berandi megin, tá alt annað brestur, meðan hann hevur tey kæru í huga heilt til tað síðsta. Tó tekur Billa soleiðis til, tá ódnin á hesum sinni hevur lagt seg:
?Brádliga víkur for gleðini sorgin ?
men ongantíð grunast, hvat hendir í morgin:
so ymis er sjómansins lukka.?
Á sjónum er óvissan ein trúgvur fylgisneyti. Hóast allar tekniskar batar og regluverk, vit kunnu seta í verk, so kunnu vit ikki lóggeva okkum frá vanlukkum. Tað sigur siglingarsøgan, og tað hendir enn á okkara døgum.
Tað er spennið millum útilív og heimalív, heim og alheim, ið eyðkennir sjómansyrkið, t.e. saknurin eftir teimum kæru, ið sita heima, og spenningurin hjá veiðimanninum eftir fongi at forsyrgja sínum kæru.
Men vit liva í eini broytingartíð. Kvinnan tekur í dag lut í øllum útiyrki, hon er við umborð í fiskiflotanum og handilsflotanum eins væl og í ferðavinnuni á sjónum.
Mitt í hesum spenni stendur sjómansmissiónin, sum so trúliga hevur fyriskipað hetta minningarhald. Sjómansmissiónin er tann forlongdi armurin hjá heimafólkinum, hon tekur við, har okkara armar sleppa.
Tykkara stóra arbeiði saman við sjómanskvinnuringum og sjómanskirkjuni, sum hevur samband við sjómannin í fjarum havnum, fær tey, ið heima sita, at kenna seg trygg í vitanini um foldaðar hendur og handartak teirra vegna. Tykkara trúskapur móti sjófólki okkara eigur stóra tøkk uppiborna.
Tøkk havi tit fyri tað.
Hóast tað í dag starvast alt fleiri á landi, so eru vit øll meira ella minni knýtt at okkara sjófólki. Tað er altíð onkur í familjuni, onkur í vinaskaranum ella onkur í starvssamanhangi, ið hevur sítt yrki á sjónum.
Tá onkur verður tikin frá okkum, kenna vit okkum øll rakt, tí sum fólk kenna vit felags sakn og ábyrgd. Aftur og aftur sanna vit orðini hjá yrkjaranum: ?men ongantíð grunast, hvat hendir í morgin?, tí hjá sjófólki hendir tað mangan so knappliga.
Og farna árið er onki undantak. Vit drýpa høvur í samkenslu við avvarðandi at teimum, ið kastaðu akker við heimastrendur.
Lat okkum reisast og í tign og tøgn minnast hesar, ið farnir eru:
Magni Hentze, 35 ár, av Tvøroyri, druknaði 31 desember í fjør
Símin Berthelsen, 53 ár, av Strondum, doyði umborð á Strandingi
8 januar í ár
Marnar Fríðrikur Dam, 36 ár, úr Oyndarfirði, doyði umborð á alibátinum ?Jónleyg? 21. mai í ár
Friður veri við minni teirra.