Allan er errin

Allan Samuelsen er ein av nýútbúnu ambulansuviðgerunum, og hann er ovurfegin um at vera komin gjøgnum ta krevjandi útbúgvingina

Einki av ambulansufólkunum fór undir útbúgving móti sínum vilja.
- Eg gjørdi tað, tí arbeiðið hevur mín stóra áhuga, sigur Allan Samuelsen.
Tað var nógv at lesa og nógv praktisk venjing.
- Tað stóð nógv á og var hart at koma ´gjøgnum. Nú kennist tað einastandandi væl, og eg eri errin, sigur hann.
Tað, sum fer at koma sera væl við, er, at viðgerarnir kunnu geva pínustillandi heilivág við sproytu, tí tey koma mangan út til eitt nú beinbrot á fóltbóltsvøllum.
Koma ambulansuviðgerarnir út til onkur, sum hevur fingið ov nogv rúsevni í, seg, hava tey nú andevni at geva sjúklinginum. Tað hendir nú ikki so ofta í Føroyum.
Eisini hava tey nú heilivág at geva fólki, sum eru við at kvalast.
- Hetta er gott, men vit mugu eisini alla tíðina halda okkum viðlíka, sigur Allan Samuelsen.