Allan er nýggjur køksleiðari á Glasi

Glasir søknaðist fyri jól eftir einum køksleiðara, sum kann tryggja, at starvsfólkini í kantinuni trívast, mennast og arbeiða saman um at skapa eitt matartorg, sum er miðdepil í sosiala lívinum á Glasi.

 

Hesa uppgávu hevur 40 ára gamli Allan Michelsen Hjaltalin nú fingið litið upp í hendi, og hann byrjar í starvinum tann 28. januar. Allan er útbúgvin bakari og hevur vinnubræv sum skipskokkur. Hann hevur hollar arbeiðsroyndir, bæði sum bakari og kokkur.

 

Hann kemur úr einum starvi í oljuvinnuni í Noreg, og hevur eisini starvast sum kokkur umborð á Norrønu og virkað sum sjálvstøðugur vinnurekandi, har hann hevur rikið matstovur og vistveiting av ymsum slagi. Hann hevur eisini drúgvar royndir við starvsfólkaleiðslu á økinum.

 

Allan fær stórt frælsi til at skipa kantinuna og matskránna á Glasi, soleiðis at yvirskipaðu málini verða rokkin – mál, sum eru at skapa eitt matartorg, sum er ein náttúrligur miðdepil í einum skúla, sum er eitt framúr læringsumhvørvi. Hetta matartorgið skal veita innbjóðandi og føðslugóðan mat fyri sámiligar prísir.

 

- Eg gleði meg at byrja í starvinum. Eg havi sjálvsagt nøkur hugskot til, hvat vit kunnu gera av spennandi tingum, men fyrst fari eg at hitta mínar starvsfelagar og síggja, hvussu gerandisdagurin hjá starvsfólkunum og næmingunum er á Glasi. Men hetta verður ein ómetaliga spennandi avbjóðing, sigur Allan Michelsen Hjaltalin.