Allan Mørkøre er, umframt at spæla við, knýttur at venjaratoyminum hjá FC Hoyvík.
Fyrrverandi landsliðskempan verður hjálparvenjari hjá Jan Mølvad Laursen, sum hevur evstu ábyrgdina av liðnum.
Sosialurin skrivaði fyri tveimum vikum síðan, at Allan Mørkøre fer at spæla við FC Hoyvík í 2011.
Allan Mørkøre hevur áður verið høvuðsvenjari hjá AB og B36.