Allan Norðberg skal spæla í Íslandi

Allan Norðberg hevur í kvøld kunngjørt at hann hevur gjørt sáttmála við íslendska hondbóltsfelagið KA.

Næsta kappingarár verður enn ein føroyingur at síggja í fremstu íslendsku hondbóltsdeildini.

Allan Norðberg úr StÍF hevur nevnliga gjørt sáttmála við KA úr Akureyri, har Áki Egilsnes frammanundan spælir.

 

KA flutti upp úr næstbestu deildini herfyri, og brynjar seg nú til kappingarárið í Ólisdeildini. Her hevur felagið, eftir góðum royndum við Áka Egilsnes, fingið sær enn ein ungan føroyskan vinstrahentan leikara á liðið.

Áki Egilsnes hevði eisini ein leiklut í at fáa strandingin til Akureyrar, sigur Allan Norðberg og greiðir frá:

 

 - "Eg hevði fortalt Áka um at eg var áhugaður at spæla uttanlands um nakað tilboð kom. So vísti tað seg at KA leitaðu eftir einum høgra vongi, og eg fekk ein fyrispurning frá KA. Og við góðari hjálp frá Áka, gekk tað skjótt og væl at avgreiða", sigur nýklakti KA-leikarin, ið eisini sigur seg vera spentan upp á avbjóðingarnar, ið nú eru fyri framman.

 

Sostatt síggja vit helst eina føroyska høgru síðu í fremstu íslendsku deildini komandi kappingarár