Allan og Sveinur vunnu í bestu íslendsku hondbóltsdeildini

Valur og Afturelding eru næst og triðfremst í deildini

Mynd: Valur

Hetta gjørdist eitt gott kvøld hjá føroyingaliðunum í bestu íslendsku hondbóltsdeildini hjá monnum.

 

Allan Norðberg og liðfelagarnir í Vali vunnu á heimavølli 31-24 á Stjörnuni, ið framvegis má klára seg uttan Jóhannes Bjørgvin. Í steðginum var Valur á odda 16-12.

 

Allan var við fimm málum næstbesti málskjúttin hjá Vali.

 

Sveinur Olafsson og liðfelagarnir í Afturelding vunnu eisini greiðan sigur á heimavølli. Afturelding vann 31-22 á Haukum. Í steðginum var Afturelding á odda 15-9. Sveinur var noteraður fyri eitt mál.

 

Støðan:

 

##med2##

 

Kelda: Morgunblaðið

 

Mynd: Valur