Tað hevur regnað av grimd í dag, og tað sást í Havnarár, har hon rennur undan Viðarlundini í Havn og oman móti Sjónleikarhúsinum. Við Hoydalsvegin fer Havnará undir heilt, og hon rennur undir lendinum allan vegin oman í ósan við Kongabrúnna.
Har sum áin fer undir heilt við Hoydalsvegin er eitt stálgittar fyri munnan, sum tekur greinar og annað, sum kemur rekandi oman gjøgnum ánna. Og í dag var so nógv rusk í ánni, at munnin typtist.
– Her komu so nógvar greinar og annað rekandi, at tað stongdi fyri munnan, og áin fyltist so nógv, at tað fleyt yvir, upp á vegin og inn í Gallarí Havnará, sigur Bogi Andreasen, sum eigur gamla Tórs Cafeteria, har hann hevur framsýningarhølini Gallarí Havnará í kjallaranum.
Vatn er komið inn í kjallaran, men har er kortini ikki tann stóri skaðin.
Bogi Andreasen sigur, at tveir menn, tveir danir, sum komu framvið, hálaðu nakrar greinar frá munnanum, og tað hjálpti beinanvegin.
– Men eg havi boðað sløkkiliðnum frá, um tað skuldi hent aftur, sigur Bogi Andreasen.
##med2##
##med3##
##med4##
##med5##
##med6##
##med7##
##med8##
##med9##
##med10##
##med11##
##med12##
##med13##
##med14##























