Við heimild í § 3, stk. 2, § 6, stk. 2 og § 25 í løgtingslóg nr. 44 frá 19. juni 1972 um val til allar føroyskar kommunur verður kunngjørt, at umval verður í Runavíkar kommunu.
týsdagin 13. januar 2026
Valevnislistarnir mugu vera valnevndarformanninum ella kommununi í hendi í seinasta lagi kl. 18.00 týsdagin 23. desember 2025.
Av tí at talan er um umval, fer atkvøðugreiðslan fram sambært teimum valevnislistum, ið vórðu nýttir til kommunuvalið í Runavíkar kommunu 12. november 2024.
Við umvalinum kunnu bert teir persónar velja, sum høvdu valrætt í Runavíkar kommunu 12. november 2024.
Fráboðanin er lýst á Kunngerðarportalinum, sí her.










