Benjamin Hav & Familien á TÓRSFEST 2026

Eitt av heitastu nøvnunum innan nútímans danskan popptónleik er Benjamin Hav & Familien. Bólkurin spældi tvær útseldar konsertir í Royal Arena fyrr í ár, og skotsbráið frá miðlunum vóru á einum málið: Talan var um eina maktdemonstratión!

Og nú setir Benjamin kós ímóti Føroyum.

 

Benjamin Hav er 40 ára gamal rappari og tónleikari. Í 2020 byrjaði hann at útgeva tónleik, og síðani hava pílarnir peikað beint í loft. Hann hevur vunnið virðislønir fyri Ársins hip hop útgávu, eins og hann hevur fingið virðisløn fyri at vera Ársins live bólkur. Í dag framførir hann saman við bólkinum Familien, og saman eitur bólkurin Benjamin Hav & Familien.

 

Tað sigst, at tá Benjamin framførir, so gerast áhoyrarar púra frá sær sjálvum. Ella sum sagt verður á vána føroyskum: Tey ganga bananas. Benjamin hevur evnini at geva áhoyrarunum frælsi. Sama hvør tú ert, so livir tú frælst við tónleikinum.

 

Benjamin Hav er eisini kendur frá donskum sjónvarpi. Í ár gjrødist hann dómari í navnframu sjónvarpsrøðini X-Factor, sum mangur føroyingur hevur tokka til.

 

Hann hevur samstarva við fleiri av teimum størstu í Danmark – millum annað Nic & Jay – og á nýggjastu útgávuni framførir hann eisini saman við Lukas Graham á lagnum “Jeg vil bare være et godt menneske, men det er ikke let.”

 

Benjamin Hav hevur staðfest seg sum eitt av sterkastu listafólkunum í Danmark, og tí kunnu vit rokna við einari risa veitslu, tá Benjamin Hav & Familien trína á pallin á Tórsfest 2026.