Eftir vónbrotið í Estlandi var einki at siga til, at Allan Simonsen var ein væl nøgdur maður á tíðindafundinum aftan á dystin.
? Avrikið hjá okkum í dag var nógv, nógv betri enn tað, vit vístu móti Estlandi, segði føroyski landsliðsvenjarin.
? Eg eri nøgdur, tí menninir hjá mær vóru sera væl skipaðir á vøllinum, og eg eri errin, tí hóast hetta var ein dystur millum yrkisleikarar og áhugaleikarar, vísti hesin munurin seg ikki á vøllinum, í øllum førum ikki kropsliga, segði Allan Simonsen.
? Vit royndu at forða teimum í at skapa sær teir heilt stóru møguleikarnar, men vit royndu eisini at spæla fótbólt sjálvir, hóast tað ikki var so lætt móti einum so sterkum liði sum tí bosniska.
Allan Simonsen viðgekk tapið, men hevði kortini hesa endaligu viðmerkingina:
? Vit taptu 1-0, men hevði Bosnia havt ein ringan dag, og hevði Føroyar havt ein góðan dag, so høvdu vit kanska vunnið 1-0 í staðin.