Allan Skaalum sølu- og marknaðarleiðari

Atlantic Airways hevur sett Allan Skaalum í starv sum sølu- og marknaðarleiðara. Allan Skaalum er 49 ára gamal og hevur drúgvar royndir í føroyskum vinnulívi og fyrisiting.

Tað boðar felagið frá.

Hann er útbúgvin cand.merc frá CBS í Keypmannahavn við sergrein í strategiskari marknaðarføring og leiðslu. Hann hevur starvast innan sølu- og marknaðarføring í Bank Nordik (Føroya Banka) og lýsingarstovuni ReproZ.

Allan Skaalum hevur seinast árið røkt starvið sum stjóri í Rúsdrekkasølu Landsins, men hevur eisini drúgvar royndir innan leiðslu frá eitt nú Landssjúkrahúsinum, har hann virkaði sum stjóri frá 2006 til 2010.

Allan Skaalum tekur við starvinum í Atlantic Airways 15. august 2012.