LANDSLIÐSVENJARI
Leygardagin verða nógvir EM undankappingardystir á skránni. Eitt nú skal Luksemborg spæla í Parkini í Keypmannahavn, og tað er so rímuligt, at donsku miðlarnir vísa venjaranum hjá Luksemborg, Allani Simonsen, stóran áhuga.
Samrøður hava verið við fyrrverandi venjaran hjá føroyska landsliðnum, og Allan Simonsen greiðir frá, hví hann í síni tíð valdi at gerast venjari í Føroyum, og hví hann síðani valdi at flyta til Luksemborg, sum donsku miðlarnir meta at vera á uppaftur lægri støði enn Føroyar.
? Um eg hevði valt at verið venjari hjá Skotlandi ella í einum felag í týsku bundesliguni, so hevði tað verið soleiðis, at eg hvørt einasta vikuskifti skuldi til próvtøku. Eg ynski ikki at leggja meg sjálvan undir sovorðið trýst. Tey mongu árini í donskum fótbólti, á landsliðnum, í Týskalandi, Spania og Onglandi var fótbóltur frítíðarítriv og arbeiði hjá mær. Men eingin dugir at ímynda sær, hvussu stórt trýstið er á tær fyri at vera á toppinum og harvið at prógva, at tú hevur uppiborið at fáa góðu lønina, sigur Allan Simonsen.
Støðan hjá venjarum er kanska uppaftur meiri kroyst, enn hon er hjá spælarunum, og tí hevur Allan Simonsen gjørt upp við seg sjálvan. At arbeiða í Føroyum var eitt stig undan stóra trýstinum, og starvið í Luksemborg er enn eitt stig longur burtur frá trýstinum.
? Starvið í Luksemborg er ein avbjóðing. Tilfarið er avmarkað, men setningurin er at fáa landsliðið so mikið gott, at vit onkra ferðina kunnu vinna ímóti hinum smáu tjóðunum. Tað verður ikki lætt, men ábyrgdarpersónarnir hava tol, og teir seta eingi krøv um, at vit skulu røkka góðum úrslitum her og nú. Sjálvur havi eg givið mær fýra ár at røkka málinum. Hann, sum hevði starvið undan mær, var venjari í seytjan ár. Tá hann fór frá, hevði liðið hjá honum ikki vunnið síðani 1995, men eingin tók upp á tunguna at geva honum sekkin, sigur Allan Simonsen.
Allan er búsettur í Luksemborg. Hann hevur skift nógvar av eldru spælarunum út. Teir nýggju eru ungir og harvið óroyndir. Fyrsta stóra avbjóðingin hjá teimum verður leygardagin, tá Luksemborg skal spæla í Parkini ímóti Danmark, sum Allan Simonsen hevur spælt 56 landsdystir og skorað 21 mál fyri.