Eftir at byggingin í Streymnesi er liðug, og varð boðin út, vóru tað ov fá av teimum fyrstu sum fingu býlið í boðið, sum tóku av. Bústaðir hevur arbeitt skjótt, og í samráð við millum annað Sunda kommunu og VEKS, hevur Bústaðir bjóðað fleiri møguleikan at leiga í Streymnesi, samstundis sum Bústaðir hevur tillagað útboðið.
Í dag eru allar íbúðirnar umbidnar, og íbúgvarnir flyta inn í juni og juli. VEKS leigar 2 íbúðir.
Sunda kommuna er fegin um, at Bústaðir hevur bygt 7 bústaðir í Streymnesi, og at hesar nú standa borgarum í økinum tøkir, og at allir bústaðir eru umbidnir, skrivar sunda..fo