Allar ítróttagreinir raktar

Onki ítróttafólk skal kenna seg tryggan, og longu í ár verða dopingkanningar gjørdar

Doping

Tað verða ongin undantøk, nú donsk dopingfólk fara runt landið at vitja føroysk ítróttafeløg. Alt frá golf til fótbólt kann vænta sær vitjan, bæði undir venjing og til dyst.
Framferðarhátturin verður meinlíkur tí, ið vit kenna frá øðrum norðanlondum. Í norðanlondum fer man heilt niður í 3-4 deild í teimum ymisku ítróttargreinunum og ger kanningar. Um hetta eisini verður framferðarhátturin í Føroyum, sigur Heðin Mortensen, formaður í ÍSF, at ætlanin er at fylgja teimum norðurlendsku lógunum, og, at ongin skal kenna seg heilt tryggan. Heðin Mortensen sigur víðari, at allar dopingkanningarnar vera ófráboðaðar og lagt verður til brots longu í ár.