Allar vilja vinna

Annika á Stongum, hevarin hjá SÍ, var eitt stórt smíl eftir seinnu finaluna ímóti TB, sum SÍ eisni vann:
– Nú hava vit vunnið alt, sum kann vinnast, so tí er tað supergott, segði hon, samstundis sum hon kom við sínum boði uppá, hví tað júst eru kvinnurnar hjá SÍ, sum eru ovast á flogbóltstrúnuni júst nú:
– Vit vilja bara vinna. Vit spæla ikki bara flogbólt til stuttleikar, tí vit brúka nógva tíð upp á tað og vilja gjarna fáa nakað burturúr. Allar vilja vit vinna, og tí riggar tað, segði Annika á Stongum.